Umframt jólaprýði, jóladekoratiónir, einglar, nissur og ymiskt annað, sum hoyrir jólunum til, eru eisini nógvir gávulutir at fáa til keyps á jólasøluni.
Vanliga virksemið, sum er í Virkni, er hesa vikuna ikki heilt vanligt. Stóra rørslurúmið, har nógv ymisk rørsluamboð og sansastimbrandi tilboð eru, er ruddað og skal brúkast til jólasøluna.
Øll í Verkhúsunum Virkni eru í jólasøluhýri og eru spent til jólasøluna. Hetta er ein serlig vika á stovninum, tí hesa vikuna verða allir lutirnir, sum eru framleiddir gjøgnum árið, samlaðir, prísaðir og settir til sølu.
Bólkarúmið 2 og 4 verður umskapað til eina hugnaliga kafé, har møguleiki er at seta seg niður og fáa sær ein góðan kopp av kaffi, te ella sunkist og sera vælsmakkandi nýbakaðum vaflum.
Á jólasøluni er høvi hjá almenninginum at koma innar, og møguleiki er eisini at síggja myndir og filmar sum vísa, hvussu lutirnir verða evnaðir, og hvat tey til dagliga fáast við í Virkni.
Á jólasøluni er møguleiki at keypa ymiskar hondgjørdar lutir, sum eru evnaðir í Virkni og dagtilhaldinum, Fragdini.
Jólasølan í Virkni hevur soleiðis opið í ár:
Fríggjadagin 15. november frá kl. 14-18
Leygardagin 16. november frá kl. 12-18
Sunnudagin 17. november frá kl. 12-18
Í Verkhúsinum Virkni gleða tey seg at síggja nógv fólk, kend sum ókend, koma á gátt fyri at síggja og keypa sær lutir, sum tey hava evnað gjøgnum árið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##