Hannis Agnarsson fekk í gjár sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá B36 í 4-1 sigrinum á B68. Hann er fyrsti 99’ arin, sum spælir á besta liðnum hjá felagnum.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin
- Tað er altíð stuttligt at spæla at spæla á besta liðnum. Eg havi ikki roynt tað fyrr, so tað er deiligt at sleppa at royna seg. Eg væntaði tað ikki, og hevði ikki fingið nakað at vita frammanundan. Hetta fari eg ikki at gloyma, sigur Hannis Agnarsson
Les eisini: (Video) Samandráttur frá dystinum B36-B68
Hann kom á vøllin í seinna hálvleiki fyri Gest B. Dam. B36 vann dystin 4-1.
B68-B36 1-4 (1-2)
0-1: Róaldur Jakobsen br
1-1: Otto Reinert Petersen
1-2. Lukasz Cieslewicz
1-3: Róaldur Jakobsen
1-4: Sebastian Pingel