Tann allarfremsta uppgávan hjá nýggja býráðnum í Havn, sum verður valt týsdagin, verður at byggja skúlan á Fløtum, tí tað er bráðneyðugt.
Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Tórshavnar Býráð hevur alment samtykt ein skúlabygnað, har ongin framhaldsdeild skal vera í miðbýnum og ístaðin skal ein stórur skúli byggjar á Fløtum, har øll framhaldsdeildin skal vera.
Men foreldur og lærarar í Sankta Frans Skúla hava áhaldandi og støðugt roynt at trýsta býráðslimir til at leggja eina framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla. Og nú býráðsval stendur fyri durum, hava fleiri býráðslimir, og valevni, givið teimum í Sankta Frans Skúla eina vón um at fáa framhaldsdeild, tí tey siga, at tey eru sinnað at viðgera spurningin.
Og tað er hetta, sum órógvar Helenu Dam á Neystabø.
Hon sigur, at verður pilkað við skúlabygnaðin nú, merkir tað, at stígur kemur í arbeiði at byggja skúlan á Fløtum.
- Tað fari eg undir ongum umstøðum at góðtaka. Tað hevur allarfremstu raðfesting at byggja Skúlan á Fløtum nú, og at kostnaðarætlanin, og tíðarætlanin heldur. Men skal tað eydnast, skulu vit dríva á hvønn einasta dag, bæði fyrisitingarliga, politiskt og á byggiplássinum!
- Ætlanirnar eru nú komnar so langt, at tað er grivið av, arbeiðsskúrar eru settir upp, og skjótt er klárt at spreingja og at gera jørðarbeiði og í løtuni sita partarnir og fyrireika eina partalagsavtalu, sum skal tryggja, at skúlin verður bygdur, soleiðis sum hann er samtyktur.
Hinvegin sigur Helena Dam á Neystabø, at tá ið Skúlin á Fløtum er komin undir land, skulu bæð Hoyvíkar Skúli og Sankta Frans Skúli, dagførast.
- Eg skilji væl, at nógv ymisk ynski eru, men tað ber nú einaferð ikki til at gera alt í senn.
- Royna vit tað, so detta allar verkætlanir niður fyri, eisini ætlanin at dagføra og at menna Santa Frans Skúla, leggur hon afturat.