Hvat kom burtur úr, tá ið Vinnunevndin hjá løgtinginum beint eftir nýggjár var heilt í Kina og ferðaðist?
Eiga føroyska skúlaverkið og føroyskt vinnulív at hava størri samvinnu við Kina?
Hetta eru spurningar, sum verða til viðgerar í beinleiðis kjaksending hjá Óla Breckmann á Rás2 klokkan 16 í dag.
Við pallborðið í Rásarrúminum á Rás2, sita tríggir løgtingsmenn, sum allir vóru við á ferðini í Kina, nevniliga Alfred Olsen, formaður í Vinnunendini, Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og Bjarni Djurholm, limur í Vinnunevndini.
- Limirnir í Vinnunevndini eru hugtiknir og ovfarnir av tí, teir sóu og hoyrdu í risalandinum í Fjareystri
- Ein patur av heimsins fjølmentasta landi, Kina, hevur heimsins størsta búskaparvøkstur, samstundis sum ein annar partar enn liggur tilafturkomin í hóparmóð.
- Farnu 30 árini eru kapitalistiskar framleiðslukreftir sleptar leysar fram við strondini í Kina og nakað inn í landið, og tað hevur lyft 300 - 400 milliónir kinesarar úr fátækradømi, upp í eitt slag av vælferð.
- Munurin millum rík og fátæk í Kina er líka stórur sum ímillum tær kapitalistisku kreftirnar í vinnulívinum og tað kommunistiska stjórnarlagið í Peking.
- Vit plaga at siga, at Føroyar hava fólkastýri og marknaðarbúskap, men Kina var ein kommunistiskur einflokks-statur við planbúskapi og ongum persónligum frælsi fyri fjøldina.
- Men í dag vilja nógv vera við, at tað er øvugt. Partvís hevur Kina marknaðarbúskap burturav, hóast tað politiskt enn er ein kommunistiskur einflokks-statur við ongum persónligum frælsi.
So er spurningurin, um okkara tingmenn í Vinnunevndini hava fingið nøkur hugskot, um Føroyar kunnu og eiga at fáa nærri vinnuligt samstarv við risaveldið í Fjareystri.
Kjaksendingin í Rás 2 í dag klokkan 16, er um evnið: Eiga føroyingar, politikarar, vinnan og skúlaverkið at fáa størri áhuga í tí nýggja Kina?
Kunnu føroyingar læra av kinesarum, og kann føroyski búskapurin fáa fyrimunir av at meiri samstarvi við hetta risalandið í Fjareystri?
|