Hetta hóvar mær ikki

Tá ið tað snýr seg um at sleppa undan at fáa bót í ferðsluni, kann hugflogið hjá fólki vera gott

 

– Hetta hóvar mær ikki!

 

Tað staðfestir Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið hevur tikið ferðslulógina til viðgerar.

 

Í ferðslulógini er tað í summum førum soleiðis, at bilførarar fáa bót alt eftir, hvussu stóra inntøku teir hava.

 

Og Jacob Vestergaard heldur, at tað er rættiliga grundleggjandi, at revsingin, bilførarar fáa fyri eitt lógarbrot, er treytað av teirra privatu viðurskiftum, og eftir, hvussu góða inntøku, teir hava. Og hann staðfestir samstundis, at hetta dámar honum einki.

 

Vit kunnu koma í ta støðu, at tveir javnaldrar verða revsaðir ymiskt. Tann eini, sum hevur eina góða løn, fær stóra bót, men javnaldurin, sum gongur í skúla, ella er lærlingur, fær eina nógv lægri brot fyri akkurát sama lógarbrot, sigur hann.

 

Eru tað nøkur vinfólk, sum fara í býin, og øll hava kenning, velja tey sjálvandi tann bilføraran, sum hevur tað lægstu inntøkuna, tí so verður bótin tilsvarandi minni, heldur hann.

 

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, er samdur. Hann heldur ikki, at eevsing er tann besti pedagogikkurin at brúka ímóti vaksnum fólki og hann tekur ikki undir við, at myndugleikarnir brúka bøtur at stýra atferðini hjá vaksnum fólki tí sum heild brúka fólk vit og skil.

 

Hann tekur heldur ikki undir við, at støddin á bótini skal ásetast eftir, hvussu góða inntøku bilførarin hevur.

 

– Tað er hampiliga lætt at sleppa undan at gjalda eina stóra bót, tí tá ið talan er um at sleppa undan at rinda eina bót, er hugflogið hjá fólki gott, heldur hann.

 

– Eru trý fólk í einum bili, og tey hava skund, seta tey sær sjálvandi tann at koyra bilin, sum hevur lægstu inntøkuni, tí so verður bótin lægst, sigur Bill Justinussen.