Hetta kann bara verða gott

Tað fer at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum

##med2##

 

Hetta kann bara vera gott, tí tað fer at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Hann tekur heilhugaður undir við uppskotinum hjá Konservativa flokkinum í Danmark, um at danska stjórnin skal fáa ein ráðharra fyri ríkisfelagsskapin. Tað skal vera ein ráðharri í donsku stjórnini, sum burtur av skal røkja ríkisfelagsskapin, og ráðharrin skal antin vera úr Føroyum ella úr Grønlandi.

 

Ætlanin hevur fingið lunkaða móttøku hjá einum fólkatingskvinnu úr Grønlandi og einum fólkatingsmanni úr Føroyum.

 

Les meiri um tað her: Tað fer at geva Danmark størri vald á Føroyum og Grønlandi

 

Men hjá løgmanni er støðan heilt øðrvísi, tí hann tekur fult undir við ætlanini. Hann sigur, at hetta fer at samla alla vitanina um ríkisfelagsskapin hjá einum ráðharra. Tí heldur hann, at hetta fer at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum og tað kann bara vera gott.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá, tí hann heldur, at uppskotið er so gott.