Hetta kann eg ikki ganga við til. Tað ger Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, greitt.
Løgtingið hevur eitt uppskot til viðgerar um at tey, sum hava elbil, ella hitapumpu at hita húsini við, skulu kunna fáa bíligari streym um náttina. Eftir ætlan kunnu tey fáa streymin til elbilin og hitapumpuna 50 oyru bíligari fyri hvørt kilowatt.
Men Heðin Mortensen tekur ikki undir við, at bara nøkur fá skulu kunna fáa bíligari streym frá Sev. Hann vísir á, at elbilar eru dýrari enn vanligir bilar, og tað er eisini dýrt at skifta frá oljufýr til hitapumpu og tískil er talan um ein lítlan bólk í samfelagnum, sum framman undan er hampiliga væl bjargaður.
Heðin Mortensen krevur, at fer Sev at lækka prísin, skulu øll fáa ágóðan av tí, og tað sigur hann, at Sev hevur heimild til at gera, longu sum er.
Tískil heldur hann, at Sev skal gera eina skipan, har øll fáa bíligari streym um náttina, eitt nú frá á midnátt til klokkan átta á morgni, tí so kunnu fólk brúka næturnar upp á at vaska klæðir við bíligum streymi, ella uppvaskimaskinan verður sett frá um náttina, tá ið nýtslan av streymi annars er lítil.
Tað hevði verið eitt fantastiskt tilboð til allar føroyingar, sigur løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin. Hann vísir eisini á, at ætlanin at lata bíligan streym til elbilar og hitapumpur, er eisini eitt brot á meginregluna um, at øll skulu hava streym fyri sama prís.
Annars tekur hann undir við, at varðandi orkukeldur verða bygdar út. Í hesum sambandi vísir hann á, at Sev stendur fyri útbyggingum fyri millardir, og verður tað ein serligur bólkur, sum skal fáa bíligan streym, vera tað øll hini, sum rinda vanligan prís, sum skulu rinda meginpartin av hesum útbyggingum.