– Hetta eri eg rættiliga fortørnaður inn á.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, er ógvuliga misnøgdur við, at Tórshavnar Havn hevur gjørt av at hækka havnagjaldið, við teirri avleiðing, at Strandferðslan nú skerjir siglingina til Nólsoyar fyri at fáa játtanina at halda.
Hann sigur, at hann kann als ikki góðtaka, at Tórshavnar Havn hækkar gjøldini. Hann vísir á, at frammanundan rindar Strandferðslan Tórshavnar Havn einar 840.000 krónur um árið í havnagjøldum og brúgvagjøldum, bara fyri Ternuna, umframt góðar fýra milliónir krónur fyri Smyril. Sostatt rindar Strandferðslan Tórshavnar Havn góðar fimm milliónir krónur um árið í Havna- og brúgvagjøldum.
– Tað er nógv meiri enn havnir aðrastaðni taka fyri slíkar tænastur, leggur hann afturat.
Men harafturat rindar Strandferðslan eisini Tórshavnar Havn eina stóra upphædd í leigu fyri parkeringsplássini á ferjuleguni, har bilarnir standa í bíðirøð at fara umborð á skipini. Henrik Old sigur, at talan er um stívliga eina millión í leigu fyri bilarnar, sum standa á ferjuleguni og bíðar eftir at sleppa umborð á Smyril.
– Tórshavnar Havn fær einar átta krónur í gjaldi fyri hvønn persónbil, sum fer við Smyrli. Tórshavnar Havn fær eisini tvær krónur í avgjaldi fyri hvørt ferðafólk, sum ferðast við Smyrli og einar 14 krónur fyri hvønn treylara.
– Tórshavnar Havn tekur 64.000 krónur um mánaðin í Havna- og brúgvagjaldi fyri Ternuna. Men Sam, sum siglur ímilum Klaksvík og Kalsoy, og sum førir áleið sama tal av ferðafólki, sum Ternan, rindar bara 7.000 krónur um mánaðin til Klaksvíkar Havn.
Og annars hevur Henrik Old ilt við at skilja, hvat tað er, Strandferðslan yvirhøvur rindar fyri, tí eftir hansara tykki er tænastan frá Tórshavnar Havn versnað nógv seinastu árini, og nú er hon út av lagi vánalig.
– Bilar, sum skulu við Smyrli, mugu koyra ímillum ímillum bingjur og treylarar á samferðsluhavnini, og tað er als ikki nøktandi, sigur hann
Men eitt er, at hann ikki góðtekur, at gjøldini hækka, sum heild. Men hann vil so undir ongum umstøðum góðtaka, at havnargjaldið hjá Ternuni skal hækka, so at ferðaætlanin til Nólsoyar, sum eisini er í Tórshavnar Kommunu, má skerjast.
– Avleiðingin er, at umstøðurnar hjá Nólsoyingum versna, samstundis sum Bussleiðin koyrir ókeypis til Kollafjarðar, Velbastaðar og Kirkjubøar, sum somuleiðis er í Tórshavnar Kommunu. Tað havi eg ófatiliga ilt við at skilja og tað kann ikki góðtakast, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at tískil fer hann at seta seg í samband við Tórshavnar Kommunu í eini roynd at fáa tey at skilja støðuna, sum hann málber seg.
– Eg vil hava kommunalu myndugleikarnar í Havn at skilja, at verða gjøldini hækkað, fer tað at fáa avleiðingar fyri nólsoyingar, sum eisini eru borgarar í Tórshavnar Kommunu, sigur hann.
Hinvegin ásannar hann, at Tórshavnar Havn hevur rætt til at áseta tey gjøld tey vilja. Og hann vil ikki siga nakað um, hvørjar avleiðingar tað kann fáa, vil kommunan ikki sleppa ætlanini at hækka gjøldini.
– Tað er ómetaliga «primitiv« framferð at hækka gjøldini so nógv, mitt í einum fíggjarári, leggur Henrik Old Afturat. Tilsamans hækkar gjaldið eini 10 prosent um árið, leggur hann afturat.
Hinvegin leggur hann afturat, at hann lastar ikki Strandferðsluna upp á nakran máta fyri at taka avleiðingarnar av støðuni og at skerja ferðaætlanina.
– Tey fáa ikki gjørt annað, tí teirra skylda er at fáa játtanina at passa, sigur Henrik Old.
Vit hava meiri um hetta málið seinni