Hetta er síðsti fótbóltssunnudagurin í ár. 26. og næstsíðsta umfar verður klokkan 15. Tá ið bæði HB og B36 eiga heimavøll, og tá ið allir dystirnir eru klokkan 15, so vil tað siga, at tveir dystir í bestu deildini vera samstundis í Gundadali. Tað er ikki komið fyri áður.
Størsti spenningurin er í botninum.
AB er á veg inn á Toftir, og argjamenn hava av álvara knívin á barkanum.
Í Fuglafirði hittast ÍF og TB. Felags fyri bæði feløgini er, at tey eru í stórum vanda fyri at flyta niður.
Í hinum endanum eru meistararnir í KÍ á veg í Gundadal, har B36 hevur silvurkrónurnar at stríðast fyri.
B36 kappast við Víking og HB, sum eru favorittar á heimavølli ímóti ávikavíst EB/Streymi og 07 Vestur.
Síðsta umfar í ársins landskapping verður leygardagin.
ÍF – TB: Kári J. Á Høvdanum kl. 15.00
Víkingur – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 15.00
B68 – AB: Bjarki Danielsen kl. 15.00
HB – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 15.00
B36 – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00