Hetta líkist ongum

- Øll skulu føla seg væl í Havn, men tað gera tey ikki nú

- Hetta skal takast upp í býráðnum, og vónandi finna vit eina semju.

Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi og Býarskiparnarnevndini hjá Tórshavnar Býráð heldur, at skipanin við bíðilistanum at fáa grundstykki í Havn, er heilt burturvið.

Tí skal skipanin broytast, sigur hann.

- Tað kann ikki vera rætt, at eigur tí eina ogn í Tórshavnar kommunu, kanst tú ikki fáa grundstykki frá kommununi, sigur hann.

- Eg haldi tað í øllum førum vera burturvið, at fólk skulu noyðast at gjalda milliónaupphæddir til privat fyri at fáa eitt heim í Tórshavnar kommunu, tí tey ikki sleppa at byggja nýtt, sigur Tróndur Sigurðsson

 

Hann vísir á, at alsamt fleiri eldri fólk vilja fegin sleppa av við síni stóru hús, og vilja heldur sleppa at byggja sær eini minni hús.

- Men hetta sleppa tey ikki, tí eftir reglunum kunnu tey ikki fáa grundstykki frá kommununi. Tí í reglunum stendur nevniliga, at eigur tú longu eina ogn, sleppur tú ikki so frægt sum upp á bíðilistan.

 

Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini sigur, at fleiri, ið hava keypt hús hesi síðstu árini, tí eingi grundstykki hava verið tøk, fáa sostatt heldur ikki møguleika at byggja sær eini nýggj hús.

- Eg haldi, at hetta líkist ongum, og tí er neyðugt at fáa eina nýggja skipan sum skjótast fyri at fáa eina rættvísari skipan.

 

Tróndur Sigurðson sigur, at tað sama ger seg galdandi hjá teimum, sum fara uttanands at nema sær útbúgving.

- Tey verða sett í »karantenu« á bíðilistanum, tí at tey ikki hava bústað í Føroyum.

Hann sigur, at hetta er sera óheppið og hetta er beinleiðis at gera mismun á fólki.

- Í øllum førum er hetta í stríð við føgru orðini um, at vit heldur enn fegin ynskja at fáa útisetarnar heimaftur, sigur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini.

 

Hann staðfestir, at fleiri av teimum, ið flyta heimaftur, koma inn á Snarskivuna hjá kommununi og har fáa tey at vita, at tey eru kanska nummar 430 í bíðirøðini at fáa grundstykki.

- Tað er ikki serliga stimbrandi fyri hesar ungu familjur, at so long bíðitíð skal vera, til tey kunnu rokna við at sleppa at seta føtur undir egið borð í egnum, nýbygdum húsum.

 

Hann sigur, at ein onnur avleiðing av, at skipanin við bíðilistanum er so stirvin, er, at bústaðarmarknaðurin verður alt ov einstáttaður, av tí at vit ikki fáa meira kapping.

- Ein rúgva av keyparum eru til hús, fólk vilja skifta út við eini minni hús, tá ið børnini eru flutt heimanífrá. Men møguleikarnir fyri øktari kapping eru ikki til staðar, tá tey, sum longu eiga eini ov stór hús, ikki sleppa á bíðilistan.

 

Tí vil Tróndur Sigurðson hava eina skipan, sum er smidligari, so at øll skulu føla seg væl, sama um tey eiga hús ella ikki.

- Og kommunan eigur altíð at vera til reiðar at bjóða borgarum grundstykki, leggur hann afturat.