- Hetta má endurtakast

Ferðafólkini umborð á Norrönu vóru sera fegin um jólatúrin til Aberdeen.
Semja er um, at ein slíkur túrur eigur at verða gjørdur aftur.
Tann stóra undirtøkan eini 1000 fólk prógvar eisini, at Smyril Line hevur rakt plett við hesum túrinum.
Tí eru fólk sera spent eftir at frætta, um túrurin verður gjørdur aftur næstu jól!

- Mest fyri at slappa av

Flestu ferðafólkini umborð vóru ungdómar. Men eisini fólk uppi í árunum vóru við á túrinum til Aberdeen.

Jólatúrur
Snorri Brend

Tey flestu ætlaðu helst at gera tað stóra jólainnkeypið í Aberdeen. Men tað vóru kortini tey, sum ikki vóru farin við bara til hetta.
Seinnapartin henda dagin, tá Norröna kom aftur á Havnina, sótu hjúnini Frígerð og Elias Egholm úr Havn og prátaðu saman um túrin.
Tey vóru samd um, at hetta hevði verið eina sera góður túrur, ikki minst tí at veðrið var til vildar allatíðina.
- Vit duga so einki negativt at síggja við hesum túrinum. Og tí høvdu vit fegin farið á ein slíkan túr eina ferð aftrat, søgdu tey bæði við ein munn.
Saman við 1000 øðrum fólkum vóru tey við á hesum fyrsta jólainnkeypstúrinum í Aberdeen við Norrönu.
Teimum dámdi eisini sera væl at vera í landi.
- Tað var sera gott at kunna hitta fólkið her. Eg haldi, at vit kundu lært eitt sindur av teimum við at verið meiri høflig, sigur Elias.

Alt gott
Hjúnini Egholm vóru fyrst og fremst farin á túrin fyri at slappa av.
- Nei, vit hava sjálvi ikki handlað so nógv, siga tey.
Saman við familjuni vóru tey m.a. við øðrum ferðafólkum á einum frálíkum busstúri inn í landið, har vitjað m.a. varð á staðnum har Baxter-vørurnar koma.
- Annars hevur tað verið sera hugnaligt at sigla við Norrönu. Og vit mugu bara siga, at betjeningin umborð hevur verið sera góð og maturin eisini, siga tey bæði.
Hóast hetta er fyrsta ferðin hjá Norrönu í Aberdeen á jólatúri, so er tað ikki fyrstu ferð at Elias hevur verið í Skotlandi.
Fyrstu ferð hann var í Skotlandi var fyri sløkum 60 árum síðani. Hetta var kortini fyrstu ferð at Frígerð var í Onglandi, men hon hevur hinvegin verið í so nógvum øðrum londum.

Gamlar gøtur
Sum smádrongur slapp Elias við eini slupp hagar í 1946.
Hetta var beint eftir krígslok, og tá lógu stórir partar av Aberdeen í sori.
- Ja, tað var ikki so hugaligt at ganga í býnum tá. Alt var bumbað sundur og saman, sigur Elias.
Fimm ár seinni var hann aftur í Aberdeen, men tá var býurin bert partvíst bygdur upp aftur.
- Ongland var fátækt, men eg haldi at Skotland mundi vera enn fátækari tá í tíðini. Tí tók tað eisini so langa tíð at endurreisa landið, sigur hann.
Nú í 2005 var hann so aftur á sama staði, og kundi nú síggja og uppliva at alt var øðrvísi.
Elias kundi snøgt bara staðfesta, at hann kendi lítið aftur av tí, hann nú sá á ferðini.
- Jú her var veruliga nógv broytt, sigur hann.


Grein 2


- Børnini trivust væl

Hjúnini Livar og Svanna Nysted úr Hvannasundi høvdu teirra fýra børn við. Hóast tað onkutíð var rokaligt, so hugnaðu tey sær kortini umborð.

Jólatúrur
Snorri Brend

At Norröna eisini er eitt gott skip hjá børnum at vera, kunnu hesi hjúnini úr Hvannasundi skriva undir uppá.
Tá Smyril Line byrjaði at lýsa við hesi ferðini, so var tað rættiliga skjótt at tey tóku avgerð um at fara til Aberdeen.
Ætlanin var at keypa jólagávur, eins og so mong av hinum ferðafólkunum. Og tey gjørdust ikki vónsvikin av túrinum.
- Har var rættiliga nógv at fáa í handlunum. Og serliga klæðini vóru bílig, siga Svanna og Livar.
Tey keyptu kortini ikki bert gávur og klæðir til sín sjálvs, men tey høvdu eisini ein lista við, har ymiskt ting skuldu keypast fyri onnur.

Spælipláss
Norröna er jú eitt stórt skip, og er tað nakað børnunum dáma so er tað at hava stórt pláss at flyta seg í og renna í.
Hetta stóra plássið gjørdu hesi børnini úr Hvannasundi eisini brúk av, men luttóku eisini í nógvum av tí, sum varð fyriskipað fyri børnum umborð.
- Teimum dámdi sera væl at klippa og gera jólapynt saman við Angelu.
- Jú, eg haldi, at teimum hevur dámað væl, sigur Livar.
Enn er avgerð ikki tikin, um tey fara við aftur næsta ár, væl at merkja um ein slíkur túrur verður gjørdur aftur.
- Eg rokni næstan við, at vit fara avstað aftur. Hesa ferð vóru eingir stabilisatorar, men teir vera vónandi í lagi næsta ár.
- Og tá vænti eg, at vit hava gloymt alt um at skipið rullaði eitt sindur hesaferð, sigur Livar við einum brosi.


Grein 3


- Næstu ferð sleppa konurnar við

Tríggir grannar úr Miðvági slógu seg saman og teknaðu seg til jólatúrin. Tað angra teir ikki.


Jólatúrur
Snorri Brend


Sum góðir grannar hittast teir tríggir ofta til eitt prát Sjúrður Poulsen, Eyðfinn Johannesen og Poul Johannus Næss.
Eitt av hesum kvøldunum høvdu hesir tríggir miðvingarnir fingið eyga á somu lýsing um ein jólatúr við Norrönu til Aberdeen.
Og teir gjørdu ikki mætari enn at tekna seg allir samlir til henda túrin.
- Vit tóku bara og ringdu til Smyril Line, og soleiðis komu vit við á henda túrin, siga Sjúrður og Poul Johannus.
Nú teir fóru avstað høvdu teir ein lista við sær við tí, sum keypast skuldi í handlunum í Aberdeen.
- Úrvalið var sera sera stórt, - so stórt, at vit onkutíð ivaðust í, hvat vit skuldu velja.
- Tá var gott at hava eina fartelefon, so ein líka kundi tjekka av harheimi við konuna, áðrenn vit keyptu, siga teir báðir.
Báðir eru teir sera væl nøgdir við túrin, bæði umborð á skipinum og í landi.
- Verður túrurin gjørdur aftur næsta ár, so fara vit við aftur. Men tá ætla vit at taka konurnar við, siga Sjúrður og Poul Johannus.