- Hetta prógvar at fótbólturin er broyttur

Granskingin hjá Magna Mohr og øðrum um rennimynstrini hjá fótbóltsspælarum vekir ans uttanlands.

Herfyri varð ein vísindagrein hjá Magna Mohr og øðrum granskarum útgivin, sum greinaði rennimynstrið hjá fótbóltsspælarum. 

 

Granskararnir hava hugt at 473 spælarum úr ensku Premier League og kannað, hvussu teir renna og hvør orka teirra er gjøgnum ein fótbóltsdyst.

 

Flestu hava lagt til merkis, at nógv fleiri spurtar eru í dystunum nú á døgum og at ferðin er vorðin nógv høgari. Nýggja granskingin hjá Magna Mohr og øðrum vísir tó, at nógvu spurtarnir hava eina neiliga ávirkan á spælararnar. Heilt upp í fimm minuttir eftir, at ein spælari hevur verið sera virkin í longri tíð, merkir hann stóra møði í likaminum, siga granskararnir.

 

Magni Mohr sigur, at hetta eigur at ávirka, hvussu venjingin hjá fótbóltsleikarunum eigur at leggjast til rættis. Hann var sjálvur fysiskur venjari í Chelsea frá 2008 til 2011. 

- Eg haldi, at niðurstøðan vísir, at man má miðsavna seg um hesi týdningarmiklu brotini í dystinum, heldur enn at hyggja at, hvat hendir í dystinum sum heild. Tá man í Champions League fær at vita, at ein spælari hevur runnið í 9 ella 10 kilometrar, so er tað fullkomiliga líkamikið. Tað er bara reyp. Tað er nógv týdningarmiklari, hvat ein megnar at avrika fysiskt í hesum háintensitetsløtunum, har dystirnir verða avgjørdir, sigur Magni Mohr.

 

Ein av hinum rithøvundunum, danin Peter Krustrup, sigur, at granskingin vísir, hví tað er so týdningarmikið at skifta spælarar út í 2. hálvleiki.

- Vit síggja, at spælararnir gerast serstakliga troyttir seinastu 20 til 25 minuttirnar av dystinum. Tá fremja teir nógv minni háintensitets arbeiði og spurtar. Hetta merkir, at tað er nógv at vinna við at skifta út í dystinum, sigur hann og vísir á, at seinastu útskiftarar hava skorað sigursmálini í tveimum teimum seinastu HM og EM-endaspølunum. 

- Vit síggja eisini, at nógv fleiri mál verða skorað seinastu 15 minuttirnar. Í EM endaspælinum í summar vóru 26 prosent av øllum málunum skorað seinastu 15 minuttirnar av dystinum.