- Hetta sær gott út

- Eg havi mistanka um, at tað verður ikki so galið, tá samanum kemur, og kanska verður okkurt spennandi at frætta tær komandi vikurnar sigur Bjarni Djurholm eftir at hava vitjað umborð á boripallinum Stena Don.

Umborð á Stena Don Orð og myndir: Jan Müller jan@sosialurin
Tað var ein bæði spentur og áhugaður oljumálaráðharri, sum týsmorgunin fyri fyrstu ferð nakrantíð sett sín fót umborð á einum boripalli. Og tað skuldi eisini vísa seg, at tað var ein sera væl nøgdur landsstýrismaður, sum tveir tímar seinni aftur setti seg í tyrluna hjá FaroeCopter, sum flutti hann aftur á flogvøllin í Vágum. Bjarni Djurholm fór saman við stjóranum á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu og stjóranum á Statoil, Rúna Hansen við nýggju tyrluni hjá FaroeCopter á hesa forvitnisligu kunningarferð út á Brugduleiðina. Tað tók umleið 45 minuttir at flúgva teir umleið 80 fjórðingarnar úr Vágum og út á pallin Stena Don. Veðrið var av tí besta. Komnir umborð á pallin, sum hevur borað síðani 13. juli, fekk ferðalagið eina skjóta briefing um trygdina umborð og síðani varð farið at síggja umstøðurnar umborð á hesum flótandi frálandavirkinum. Vitjað varð á brúnni, har kønir menn greiddu frá, hvussu pallurin ber seg at at kunna liggja púra stillur uttan at hava akkerð úti. Alt verður stýrt við nútímans tøkni og við hjálp frá fylgisveinum. Leiðin gekk síðani niður á boridekkið, har høvið varð at síggja borifólkini til arbeiðis. Hesa løtuna oddafiskarnir í føroyskum oljuhøpi vitjaðu umborð vóru boriarbeiðararnir í ferð við at hála upp kilometrar longu borirørini, nú tíð var at skifta sjálvt borihøvdið. Landsstýrismaður og stjórin á Jarðfeingi fingu síðani kunning um gongdina í boringini, hvussu hevur gingist og hvør støðan er beint nú. Vegamót Bjarni Djurholm, sum tók við sum landsstýrismaður í oljumálum eftir Eyðun Elttør eftir seinasta val, er sera fegin um at hava verið á síni fyrstu vitjan úti á boripalli til havs. Hann vónar, at hetta verður heldur ikki seinastu ferð. -Túrurin eysturi á landgrunninum vísti, at vit eru á einum vegamóti. Vit hava fingið gjørt sjónligt, at tað at bora í basaltinum, er lættari enn hildið varð frammanundan, og tað í sær sjálvum ger alt tað føroyska økið meira áhugavert. Hetta eru góð tíðindi heldur landsstýrismaðurin. Vit fingu at vita, at man í løtuni er á markinum millum basaltið og tey niðaru løgini, og tað er kanska beint undir basaltinum ella uppaftur longur niðri, at man roknar við at finna kolvetni, og tí verða teir komandi dagarnir og vikurnar ógvuliga spennandi fyri at vita, hvussu úrslitið verður av hesi týðandi boringini. Uttan mun til um rakt verður við olju í hesum umfarinum so heldur landsstýrismaðurin, at vit í hvussu er hava staðfest, at tað at bora í basalt í føroyska økinum gevur nakrar møguleikar, sum vit ikki vóru varugir við frammanundan, og tí meti hann, at vit hava gjørt eitt stórt framstig við hesi boringini, og tí eru vit í veruleikanum á einum vegamóti, sum fer at gera tað føroyska økið áhugavert, sjálvt um vit ikki finna nakað í hesum umfarinum. -Eg havi mistanka um, at tað verður ikki so galið, tá samanum kemur, og kanska verður okkurt spennandi at frætta tær komandi vikurnar leggur hann aftrat.
Spennandi arbeiðspláss Bjarni Djurholm, sum ongantíð áður hevur vitjað umborð á einum boripalli, sigur, at hetta í sær sjálvum var eitt stórt upplivilsi, at síggja mannagongdirnar og hvussu fólk arbeiða umborð, og hvussu væl alt er skipað. Tað í sær sjálvum gevur eisini eina kenslu av, at tú er komin í eina verð, sum er nýggj í Føroyum, og sum eisini er ein veldug avbjóðing, ikki bert sum ein inntøka fyri Føroyar men eisini fyri føroyingar, tá hugt verður at møguleikunum fyri at starvast í øðrum vinnugreinum enn vit kenna til higartil. At arbeiða umborð á einum boripalli, serstakliga tá tú hevur eina tøkniliga útbúgving ella sum sjómaður, mátti verið ein møguleiki, sum nógvir føroyingar kundu tikið av, serliga um vit raka við olju við Føroyar.
- Samanlagt hevur hetta fyri meg verið ein sera hendingarríkur túrur, og eg eri glaður fyri, at Rúni Hansen hevur boðið til henda túrin. Og eg vildi ynskt, at hetta bara er byrjanin til nakað serligt.
Eftir at hava verið umborð á boripalli á føroyska landgrunninum gekk leiðin hjá landsstýrismanninum í oljumálum víðari til stóru oljuráðstevnuna ONS í Stavanger, har hann m.a. skuldi hitta forstjóran í Statoil, Helge Lund og eisini hitta norska starvsbróðurin, Odd Enoksen á máli. Eisini skuldi hann vitja framsýningina og har m.a. føroyska básin. Hetta metir hann alt sum ein náttúrligan part av gerandisdegnum innan oljuøkið, sum hann framhaldandi skal umsita í Tinganesi.