Hetta undrar meg almikið

Tað, sum nú fer fram, ber altso ikki til

 

- Tað hevur tikið okkum nógv ár at byggja trygdina umborð á okkara skipaflota, upp. Tað staðfestir Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.

 - Men tað er skjótt at bróta alt niður aftur, leggur hann afturat.

 

Tað, Eyðstein Djurhuus sipar til, er, at sum støðan er nú, hevur Sjóvinnustýrið gjørt av, at útlendsk skip, sum reka sítt virksemi úr føroyskari havn, verða ikki kannað.

 

Tað er svarið, Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur fingið frá Sjóvinnustýrinum, nú felagið eftir tvær álvarsligar og syrgiligar vanlukkur umborð á skipum við útlendskari manning vildi spyrja seg fyri, hvussu var við eftirlitinum.

 

Ítøkiliga verður sipað til vanlukkuna umborð á Christian Høy, har ein bulgarskur sjómaður misti annað beinið, tá skipið legði at í Hósvík, og um vanlukkuna umborð á garnaskipinum Anitu, tá ein indonesiskur sjómaður fóru fyri borð, tá teir fingust við at seta gørnini.

 

Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, er stórliga bilsin av, at Sjóvinnustýrið ikki raðfestir at kanna hesi skipini

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum heldur, at hendan raðfestingini hjá Sjóvinnustýrinum ikki ber ikki til.