- Tað er keðiligt at missa túrin við kongaskipinum Dannebrog til Føroya og møguleikarnar at síggja familjuna í Føroyum. Nú ber leiðin aftur til Keypmannahavnar, har vit steðga í eina tíð og síðan seta kós móti Grønlandi.
Við in.fo í dag sigur 19 ára gamli føroyingurin, Benjamin Øregaard, at ferðin til Føroya fyribils er avlýst av politiskum orsøkum við atliti til fólkatingsvalið sum stundar til.
- Jú, tað er keðiligt, at vit ikki fóru til Føroya, har eg við stoltleika kundi víst meg umborð á kongaskipinum, sigur einasti føroyingur, sum siglir við Dannebrog.
Hann leggur aftrat, at Grønlands-ferðin framvegis er aktuell, og tey kongaligu verða við á ferðini í Grønlandi.
- Nú hava vit siglt tvær vikur í útlandinum, og ikki fyrr enn seinnapartin í dag fingu vit at vita, at Føroyaferðin fyribils er avlýst, sigur 19 ára gamli, Benjamin Øregaard, sum in.fo hevur samskift við í dag.