Tað er stórt vónbrot í KÍ leguni í Helsingfors, har teir rigga til at fara til hús. KÍ tapti í kvøld 2-1 og samantalt 4-3. Næsti setningurin er at spæla sunnudagin á heimavølli ímóti Skála. Nú er fokus bara á landskappingini og at vinna seg so langt sum tað ber til í heiðursmerkjastríðnum.
Í Helsingfors í kvøld varð tað greitt, at hetta heystið í Europa høpi ikki verður soleiðis, sum tað var í fjør.
At KÍ í kvøld varð varpað úr Europa er av góðum orsøkum stórt vónbrot. Eitt er, at felagið ikki fær tær 20 milliónirnar, sum ein sigur í kvøld hevði borið við sær. Eitt annað er, at ítróttarliga avbjóðingin í heyst á ongan hátt verður tann sama, sum hon var í fjør. Og so eigur tað at vera eyka stórt vónbrot, at KÍ tapti ímóti einum finskum liði, sum á ongan hátt var betri enn KÍ.
Á Tórsvølli fyri einari viku síðani sá René Shaki Joensen reyða kortið, og so var KÍ undirmannað í 52 minuttir. Tá skoraði HJK Helsinki 2-2 málið í síðsta minutti.
Í kvøld sá Céderic Yambéré beinleiðis reytt kort, tá ið tað restaðu 28 minuttir. Talan var um klossur fríspark dygst uttanfyri brotsteigin, sum dómarin eftir VAR kanning metti var til reytt kort.
Fimm minuttir undan reyða kortinum hevði Árni Frederiksberg við sínum 13. Europamáli lagt KÍ á odda. Tað gjørdi hann við fantastiskum sparki av brotsteigarmarkinum og við skeiva beininum. Málið var mest sum meinlíkt tí, sum Árni í fjør skoraði í tiltikna 2-1 sigrinum ímóti Molde FK.
Hóast KÍ misti ein mann, so megnaðu klaksvíkingar í kvøld at varðveita verjuskipanina, og onkra ferðina vóru teir vandamiklir í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum.
Í fyrra hálvleiki var Heini Vatnsdal sentralur í miðverjuni, meðan Céderic Yambéré og Alexander Berntsson røktu hinar ódnirnar. Eftir steðgin loysti Odmar Færø av í sentralu ódnini, og hóast Céderic Yambéré var burtur, so megnaði KÍ at verja so mikið væl, at vandamiklu støðurnar í brotsteiginum vóru fáar og smáar.
Í longum løtum hevði KÍ gott tak á samanspælinum, og tað sá út til, at tað fór at eydnast at verja leiðsluna og harvið at spæla seg víðari í kappingini. Allir arbeiddu nógv og væl, og liðið hekk væl saman, og tað var stutt frá aftasta og fram til fremsta mann.
Men at enda kostaði tað sigurin og javnleikin, at tað í ein stóran hálvan tíma vóru 11 heimamenn ímóti 10 klaksvíkingum. Eftir innlegg úr høgru stýrdi Diago Tomas bóltin í málið. Tað var í 91. minutti, og tveir minuttir seinni lá bólturin aftur í málinum aftanfyri Mark F. Jensen. Aftur var talan um framlegging úr høgru.
Heimamenninir høvdu alla orsøk at fegnast um samantalda sigurin, og KÍ hevur alla orsøk at harmast um, at tað endaði soleiðis, sum tað gjørdi. Avrikið á Tórsvølli og ikki minni í kvøld vóru nóg góð at vinna seg víðari í kappingini, men eitt reytt kort fyri viku síðani og reitt reytt kort í kvøld og trý mál í tíðini, sum dómararnir løgdu aftrat, kostaði plássið í Europa – eitt á Tórsvølli og tvey í kvøld.
HJK Helsinki – KÍ 2-1 (0-0)
0-1: Árni Frederiksberg 57.
1-1: Diago Tomas 91.
2-1: Lee Erwin 93.
HJK Helsinki samantaldur vinnari 4-3
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yambéré, Heini Vatnsdal (Odmar Færø, 46.), Alexander Berntsson, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, Albert Ejupi (Deni Pavlovic, 71.), Hallur Hansson (Joseph Michael Williams, 95.), Kristoffer Ødemarsbakken (Mads Bo Mikkelsen, 83.) – Páll A. Klettskarð
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Jákup B. Andreasen, Dan í Soylu, Børge Petersen, Pætur J. Petersen, Ahmed Latif, Claus Philip Kronberg
Gult kort: Mads Bo Mikkelsen, Patrick Da Silva
Reytt kort: Céderic Yambéré 59. (beinleiðis reytt)
Venjari: Espen Haug