Hetta var tað besta hjá Håkani

Venjarin sigur seg vera ovfarnan av, hvussu nógv spælararnir orkaðu í seinna hálvleiki

Håkan Ericson er ein ógvuliga fegin maður í kvøld. Hann hevur verið føroyskur landsliðsvenjari síðani 2020, og í kvøld er hann ovurfegin um, at hann og spælararnir hava víst besta avrik hesi trý árini. Og hetta var fjórði dysturin á rað, at føroyingarnir eru farnir av vøllinum uttan at tapa.

 

-Sigurin er í sær sjálvum fantastiskur, og avrikið, sigurin og stigini kunnu fara at vísa seg at hava týdning í flokkingini, tá ið tað um stutta tíð verður lutakast um, hvussu liðini skulu bólkast í EM undankappingini, sigur Håkan Ericson, og fegni svenski venjarin hjá føroyska landsliðnum heldur fram:

 

-Vit avrikaðu í fyrra hálvleiki heilt væl, men tá var trupulleikin sum so ofta áður, at vit brúktu ferð áðrenn vit høvdu tak á tí. Hetta tosaðu vit um í steðginum, og tá royndu vit at verða tilvitaðir um, at vit skuldu hava tol og tak á tí, áðrenn talan var um ferðina, og tað megnaðu vit so væl í seinna hálvleiki, at tað bar tvey mál við sær, sigur Håkan Ericson.

 

Landsliðsvenjarin greiðir frá, at tá ið teir fóru at hvíla seg, ivaðist hann í, um spælararnir vóru førir fyri eisini í seinna hálvleiki at vísa tað áræðið og framfýsni, sum teir høvdu víst í fyrra hálvleiki. Men spælararnir vóru avgjørdir og søgdu, at avrikið í fyrra hálvleiki og áskoðararnir høvdu lyft teir so mikið, at teir vóru vísir í, at teir eisini í seinna hálvleiki høvdu orku at fremja sama avrik, sum teir høvdu víst í fyrra hálvleiki. Vit avráddu so, at teir ikki skuldu taka seg aftur og meiri verja enn leypa á, og so sóu vit í seinna hálvleiki, hvussu tað gekk, og at vit megna at spæla og vinna ímóti teimum stóru, sigur sera væl upplagdi Håkan Ericson.