Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin?
- Ja, tað fara vit. Hetta verður ein so stórur dagur á samferðsluøkinum, so hann skal upplivast.
Tað sigur Niclas Davidsen, vinnulívsmaður á Toftum.
Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?
- Hetta er ein sera stór útbygging, sum eg ofta havi droymt um. Tankin um, at tað hevði verið ólíka høgligari at koyrt av Hvítanesi og inn á Toftir, hevur mangan verið í mínum huga. Hesum hava nú nøkur framfýsin fólk syrgt fyri.
Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Eg vóni, at nógv fara at brúka tunnilin. Jú fleiri, sum fara at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, tess betur verður grundarlagið fyri at lækka gjaldið, sigur Niclas Davidsen.