Nýggja dátuverndarlógin fer at búgva føroyska samfelagið til nýggja talgilda veruleikan. Lógin kemur í tøkum tíma, tí verandi lóg er skjótt 20 ára gomul, og hon stavar frá tíðini, áðrenn internetið var ein samanrunnin partur av gerandisdegnum hjá vanliga føroyinginum.
- Fyri vinnuna, myndugleikar og vanliga føroyingin verður nýggja lógin eitt stórt framstig. Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava lógir og reglur, sum liva upp til altjóða krøv, tí vit bæði virka og samskifta í einum talgildum altjóða samfelagi, sigur Bárður á Steig, løgmaður, sum umframt løgmansembætið eisini varðar lógarøkinum í landsstýrinum.
Í fjør setti ES í gildi eina nýggja fyriskipan um dátuvernd. Hon verður rópt Genereral Data Protection Regulation – GDPR.
Í arbeiðinum við nýggju føroysku lógini hevur Løgmansskrivstovan havt fleiri fundir ymisk umboð fyri almennar myndugleikar, bankar, tryggingar- og pensjónsfeløg umframt umboð fyri KT-veitarar. Tey vísa yvirskipað á, at føroyska lóggávan eigur at líkjast altjóða lóggávu so nógv sum gjørligt. Eisini halda tey, at tað eru fyrimunir, um føroyskar telduskipanir og software verða mentar í samsvari við tey krøv, sum altjóða samfelagið setir. Føroyska dátuverndarlógin gongur hesum ynskjum á møti.
##med2##