Spenningurin um, nær Sandoyartunnilin fór at lata upp, hevur verið stórur og fólk, sum dagliga ferðast á farleiðini um Skopunar fjørð, eru ótolin.
Heystið er vorðið seint, og veturin nærkast, og í ringu tíðini av árinum til veður, sum serliga januar og februar ofta eru, er ikki ókent við avlýsingum um Skopunarfjørð.
Men, alt hetta verður nú søga, tí Sandoyartunnilin fer at lata upp, áðrenn vit renna okkum inn í ringastu vetrarmánaðirnar.
21. desember
Mikudagin í vikuni boðaði tunnilsstjórin, Teitur Sam uelsen, frá, at nú er dagurin ásettur, nær ætlanin er at lata Sandoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu.
Og dagurin verður hin 21. desember!
Tað er ikki at taka munn in ov fullan at siga, at hetta verður ein stórur hátíð ardagur í Sandoynni, sum fyrstu ferð nakrantíð fær fast samband við megin økið.
Men, hetta verður eisini ein dagur, tá tað sosiala, sum tað er at ferðast um Skop unarfjørð við Teistanum, verður søga.
Tað er her, tú fekst tey góðu prátini, og tað var her, tú komst at kenna tey fittu fólkini. Eingin ivi er um, at nøkur fara at sakna góðu løturnar um fjørðin.
Alt er ikki liðugt
Teitur Samuelsen sigur, at enn er Sandoyartunnilin ikki liðugur. Tað er serliga elarbeiðið, sum er eftir at gera, og nú verður arbeitt við tí, sum ikki er liðugt.
Áðrenn tunnilin alment letur upp, skulu eisini allar trygdarskipanir í tunlinum royndarkoyrast, og her verða g jørdar venjingar, sum skulu staðfesta, at alt virkar, sum tað skal.
Samlaða verkætlanin hjá P/F Eysturog Sandoyar tunlar er á 2,6 miljardir krón ur, og Teitur Samuelsen sigur, at kostnaðarætlanin heldur.
Báðir tunlarnir eru ein verkætlan.
– Sandoyartunnilin er eitt vet longri enn Eysturoyar tunnilin, men Eysturoyar tunnilin er víðari, og her er meira av tekniskari útgerð.
Teitur Samuelsen vísir á, at Sandoyartunnilin er bygdur aftan á Eysturoyar tunnilin, og tískil er hædd tikin fyri príshækkingum.
So, samanumtikið ligg ur prísurin á báðum tunlu num umleið tað sama, sigur tunnilsstjórin.
##med2##
Breytin hin sama
Sandoyartunnilin er eitt vet smalri enn Eysturoyartunn ilin, men sjálv koyribreytin í báðum tunlunum er júst hin sama.
Tað er bara miðlinjan í Eysturoyartunlinum, sum ikki er í Sandoyartunlinum. Kostnaðurin at koyra í Sandoyartunlinum verður hin sami sum í Eysturoyar tunlinum, og metingar siga, at her fara at koyra umleið 350 bilar um samdøgrið. Sosialurin hevur áður spurt tunnilsstjóran, um tað er hugsandi, at Sandoy artunnilin fer at verða opin ókeypis í nakrar dagar, eins og Eysturoyartunnilin var, tá hann læt upp.
Men, hetta hevði tunnilsleiðslan ikki tikið støðu til, tá vit fregnaðust seinast. Til stuttleikar kunnu vit upplýsa, at tað verða 16 kil ometrar at koyra av Goml urætt til Skopunar – og júst 16 kilometrar at koyra av Gomlurætt til Sands.