Fyrsta umfar í nýggja endaspælinum í kvinnufótbólti var nú um vikuskiftið.
Soleiðis sum úrslitini lagaðu seg, so kann tað fara at verða annar FM vinnari enn tann, sum hevur vunnið øll árini síðani 2019. KÍ hevur vunnið FM fimm tey seinastu árini, men eftir fyrsta umfar í FM endaspælinum er KÍ á triðja plássi við 34 stigum.
Frammanfyri KÍ eru NSÍ og Víkingur, sum bæði hava 36 stig, so tað er, so segði hann, háspenningur í luftini.
NSÍ fór í gjár úr Klaksvík við 2-1 sigri eftir 1-1 í fyrra hálvleiki.
Malena Olsen legði heimaliðið á odda, tá ið eitt lítið korter var farið. Tað gjørdi hon við stútara eftir deyðbólt, sum Tórunn Højgaard Joensen tók sær.
NSÍ javnaði, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Eftir hornaspark var tað miðverjin Mirjam Huneck, sum setti bóltin í málið. Smáar tíggju minuttir eftir steðgin skoraði NSÍ 2-1 sigursmálið. Málskjútti var Julia Naomi Mortensen.
Tølini siga, at KÍ vann eitt hornaspark, og at NSÍ vann fimm hornaspørk.
Í dag endaði tað 1-1, tá ið Víkingur hevði vitjan av HB. Hálvleiksstøðan var 1-0 til HB.
Fyri stuttum flutti Rebekka F. Benbakoura aftur til føroyskan fótbólt, eftir at hon í eina tíð royndi seg í grikskum fótbólti. Tað var hon, sum eftir eitt korter legði HB á odda.
12 minuttir eftir steðgin javnaði Víkingur til 1-1. Málskjútti var liðformaðurin Eydna Olsen Dalheim. Víkingur var væl meiri í álopsstøðu og spældi seg til væl fleiri støður og møguleikar, men HB málverjin Gunnvá Lützen vardi ógvuliga væl.
KÍ – NSÍ 1-2 (1-1)
1-0: Malena Olsen 12.
1-1: Marjun Huneck 28.
1-2: Julia Naomi Mortensen 54.
Víkingur – HB 1-1 (0-1)
0-1: Rebekka F. Benbakoura 16.
1-1: Eydna Olsen Dalheim 57.
NSÍ | 1 | 1 | 0 | 0 | 102 | 12 | 36 |
Víkingur | 1 | 0 | 1 | 0 | 83 | 8 | 36 |
KÍ | 1 | 0 | 0 | 1 | 81 | 7 | 34 |
HB | 1 | 0 | 1 | 0 | 57 | 13 | 27 |
8. september
HB – NSÍ
22. september
KÍ – HB
NSÍ – Víkingur
30. september
NSÍ – KÍ