Á løgreglustøðini í Wien undrast tey á, hví tann burturflutta gentan ikki rýmdi fyrr enn í summar, tí hon hevði eftir øllum at døma fleiri møguleikar at rýma ella at siga øðrum frá støðu síni.
Eitt nú er løgreglan komin eftir, at burturflytarin, Wolfgang Priklopil, plagdi at eta á einari matstovu, og at Natascha sat eftir í bilinum uttanfyri og bíðaði. Tað er hugsandi, at bilurin var soleiðis háttaður, at hon slapp ikki úr honum, men hví varskógvaði hon ikki tey, sum gingu fram við bilinum, spyr løgreglan.
Tað er eisini komið fram, at tey bæði vórðu fleiri ferðir steðgað, tá løgreglan hevði ferðslukanningar, men hví segði Natascha einki við løgreglumenninar?
Kanningarnar hava eisini avdúkað, at Wolfgang Priklopil og Natascha Kampusch hildu vetrarfrí í einum av teimum væl umtóktu skíðplássunum í Eysturríki stutt eftir nýggjár í ár. Men heldur ikki har gjørdi gentan vart við seg, sigur løgreglan.
Ein talsmaður hjá eysturríksku løgregluni ásannar í samrøðu við týska blaðið Die Welt, at viðurskiftini millum Wolfgang Priklopil og Nataschu Kampusch tykjast rættiliga fløkt.