Fyri jól hevði 9. flokkur á Giljanesi verkætlan. Heidi Sandberg Djónadóttir gjørdi eina fram úr góða verkætlan um ADHD/ADD.
Heidi hevur sjálv fingið staðfest ADD. Tí valdi hon sær hetta evnið. Hon vildi vita meira um sjúkuna og vildi læra at góðtaka seg sjálva við ADD.
- Til tíðir føldi hon, at vitanin og fatanin um ADHD/ADD millum børn og ung er sera lítil, og fordómarnir eru nógvir. At upplýsa um evnið er ein máti at vísa ymiskum pástandum aftur.
Í greinastubba á heimasíðuni hjá Vága kommunu verður spurt, um fólk við ADHD/ADD eru líka klók, hava góðar eginleikar, klára seg væl í lívinum, hava arbeiði, familju og børn á sama hátt, sum fólk, ið ikki hava ADHD/ADD?
- Visti tú, at nógv sera kend fólk, bæði tónleikarar, fótbóltsspælarar og filmstjørnur hava ADHD/ADD? verður eisini spurt.
Ynski hjá Heidi Sandberg Djónadóttir er at varpa ljós á ADHD/ADD og greiða næmingunum í skúlanum á Giljanesi frá um hetta.
- Týsdagin 12. apríl hevði hon framløgu fyri næmingum og lærarum í hádeildini, og týsdagin 19. apríl hevði hon framløgu fyri næmingum og lærarum í miðdeildini, vita tey í Vága kommunu at siga í dag.