Hóast Heðin Mortensen var borgarstjóri, fór hann út um mark, tá ið hann syrgdi fyri, eitt parkeringsskelti í eini gøtu í Havn var tikið niður
Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, fór út um sínar heimildir, tá ið hann syrgdi fyri, at eitt skelti um parkeringsforboð í eini gøtu í Havn, varð tikið niður.
Tað staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður, nú.
Eitt stríð um parkeringsviðurskiftini í eini gøtu í Havn, endaði nevniliga á borðinum hjá Løgtingsins Umboðsmanni, tí ósemja var um parkeringina.
Onkur í gøtuni gjørdi vart við, at hars stóðu so nógvir fremmandi bilar parkeraðir sum best bar til, so at sjálvi høvdu tey trupulleikar at fáa oljubilar, og annað, til húsini.
Tað endaði við, at umsitingin hjá Tórshavnar Býráð setti parkeringsforboð í gøtuni á heysti í fjør.
Men tað vóru aðrir borgarar í somu gøtu ónøgdir við, og teir vendu sær til borgarstjóran, og úrslitið av tí varð, at skeltini vórðu tikin niður aftur.
Tá ið tann, sum hevur kært málið, spurdi seg fyri, fekk hann at vita, at tað var borgarstjórin sjálvur, sum hevði givið boð um at taka skeltini niður aftur.
Síðani vórði parkeringsskeltini sett upp og tikin niður einaferð afturat, men eftir fundi ímillum tey, sum búðu í gøtuni, og býráðið varð úrslitið, at parkeringsforboð varð sett í aðrari vegsíðuni.
Men hetta vildu tey, sum vildu hava parkeringsforboð ikki góðtaka, og síðani varð málið lagt fyri Løgtingsins Umboðsmann.
Løgtingsins Umboðsmaður sigur, at borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av fyrisitingini, og hann hevur eisini eftirlit við henni.
Men hóast hann er ovasti leiðari fyri kommunalu fyrisitingina, kann hann kortini ikki gera av, hvussu mál skulu avgerast. Og hann kann heldur ikki geva starvsfólkum boð um, hvussu mál skulu avgerast.
– Leiðsluábyrgdin heimilar heldur ikki borgarstjóranum at broyta fyrisitingarligar avgerðir, sigur Løgtingsins Umboðsmaður
Borgarstjórin er nevniliga ikki leiðari fyri nevndirnar ella nevndarformonnunum, og hann kann ikki broyta ella ógilda nevndaravgerðir.
Fyri at broyta eina nevndaravgerð, ella seta hana úr gildið, krevst antin ein samtykt í býráðnum ella ein nýggj samtykt í nevndini, sigur Umboðsmaðurin.
Men annars ger Umboðsmaðurin ikki meiri við málið.