Hevði stytt hvønn túr hjá Smyrli 15-20 minuttir

Tað er ein spennandi tanki, heldur stjórin á Strandferðsluni

Hevði Smyril siglt ímillum Krambatanga og Gomlurætt, hevði tað stytt hvønn túr nokk so fitt. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

Nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Tjóðveldi um at nyggj skip til Strandferðsluna, hevur Thormund Johannesen, skipatekniskur ráðgevari, skotið upp at lata Teistan sigla ímillum Suðuroy og Sand við ferðafólki og persónbilum, fyri at lætta um hjá Smyrli.

LES MEIRI HER: Uppskot: Lat Teistan sigla ímillum Suðuroy og Sand

Men Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni ivast stórliga í um tað ber til, tí hann heldur, at Teistin er ov lítið skip at sigla um Suðuroyarfjørð við.

LES MEIRI: Tað verður ikki eitt framstig fyri suðuroyingar

Men Hilmar Eliasen heldur, at tá kundi tað verið meiri spennandi at latið Smyril siglt ímillum Krambatanga og Gomlurætt. Hann vísir á, at ein fyrimunur við tí er, at báðar havnirnar eru landshavnir.

Hann sigur, at sum støðan er nú, har Smyril leggur at í Havnini, hevur hann ikki eitt fast pláss og má laga seg eftir tí teirri ferðslu, sum annars er í havnarlagnum, bæði av ferðafólkaskipum og farmaskipum.

Á Gomlurætt hevði hann havt eitt fast pláss, hvørja ferð, hann legði at. Men stjórin á Strandferðsluni sigur, at tann størsti vinningurin hevði verið, at verður Smyril settur í sigling ímillum Krambatanga og Gomlurætt, hevði tað stytt siglingartíðina hjá Smyrli einar 15 – 20 minuttir hvønn einasta túr, tí hagar er styttri at sigla enn tað er at sigla til Havnar.

Hann sigur, at harafturat hevði siglingartíðin verið tann sama antin Smyril sigldi eystan fyri ella vestan fyri Sandoynna, so tað hevði gjørt tað munandi lættari at siglt eftir veðrinum og eftir sjóvarfallinum.

Hann sigur, at hetta hevði lætt munandi um hjá Smyrli, tí antin kundi rúm verið fyri einum túri afturat, ella hevði hann ligið eitt sindur longri enn nú og tað hevði bøtt munandi um umstøðurnar at gjørt neyðugar ábøtur umborð, og sostatt hevði hann verði í betri standi.

Úrslitið av tí hevði eisini verið, at hann hevði verið styttri í dokk, hvørja ferð, hann skal í dokk, tí minni hevði verið at gjørt. Og sostatt hevði tað heldur ikki verið neyðugt at tikið hann úr sigling so leingi, hvørja ferð, sum nú.

Sum støðan er nú, liggur Smyril so stutt í Havn, at umstøðurnar at gera neyðugar ábøtur umborð, eru sera vánaligar, tí manningin er til arbeiðis í samband við sigling frá klokkan 5.30 á morgni til á midnátt, sigur stjórin.

Men hann leggur afturat, at skal tað verða veruleiki, krevst ein politiskur vilji til at bøta um havnarlagið á Gomlurætt, so at Smyril kann brúka tað.

– Men tá ið Sandoyartunnilin er komin, verður Gamla rætt knútapunktið fyri samferðsluna ímillum meginøkið og suðurøkið, so tað hevði ikki verið ónatúrligt, at Smyril eisini varð ein partur av tí, heldur Hilmar Eliasen.

Men hvørjar ábøtur eru neyðugar á Gomlurætt, hevur hann ikki kanna so gjølliga enn.