Hevði trupulleikar við lúkuni

Seinnapartin í gjár lá Teistin uttanfyri Gomlurætt móti Kirkjubø við opnari lúku. Fólk í Kirkjubø varnaðust hetta, og hetta fekk tey at undrast.

 

 

 

In.fo hevur tosað við skiparan umborð á Teistanum, og hann visti at siga, at tað bert var ein følari til portrið sum var farin.

 

 

 

- Tað var følarin, sum regulerar portrið, so tað kann latast upp og aftur, sum var farin. Vit bíðaðu eina løtu, meðan følarin varð skiftur, og trupulleikin var ikki størri enn tað, fortelur skiparin á Teistanum.

 


Trupulleikin varð skjótt loystur, og ávirkaði ikki siglingina hjá Teistanum, og hann siglir sum vanligt.