Hevði væntað meira av profilunum

Við Sosialin í dag sigur Brian Kerr, at hann er eitt sindur vónbrotin um venjingarstøðuna hjá nøkrum av landsliðsspælarunum.

 

- Tað er eitt risalop, tá vit skulu út at spæla landsdystir, og tað er nakað, sum vit mugu sera hart við. Vit kunnu ikki betra teknikk og talent, tá vit savnast í nakrar fáar dagar, so spælarar mugu ansa sær sjálvum, so teir eru nóg væl fyri.

- Tað krevur so eisini av spælarunum, at teir liva sera disciplinera, og eg má siga, at onkrir teirra hava skuffað meg eitt sindur í so máta. Tí spælarar, sum hava verið fastur partur av landsliðnum í fleiri ár, eiga at vera betur fyri, enn summir teirra eru í løtuni. Og nú er sera trupult at betra um hetta, tí dystirnir eru somikið tættir, og tá spælararnir samstundis arbeiða við síðuna av fótbóltinum, er ikki nógv tíð til venjing. Men hetta er so ein av tættunum, sum vit mugu arbeiða við, og sum kann betrast, sigur Brian Kerr millum annað í samrøðu við blaðið.