Hevði væntað meira av Tjóðveldi

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, heldur, at nýggjasta veljarakanningin hjá Fynd staðfestir ta gongd, sum hevur verið seinastu mánaðirnar. Tað kemur tó óvart á hann, at Tjóðveldi missir ein tinglim. Hinvegin var væntandi, at sambandið fór at standa seg væl, og at teir smáu flokkarnir fóru at hava framgongd. Afturgongdin hjá Fólkaflokkinum hevur eisini ligið í kortunum

- Tað undrar meg stórliga, at Tjóðveldi ikki stendur seg betur í hesi kanningini. Sum tann stóri andstøðuflokkurin burdi flokkurin havt eina lítla framgongd ella í minsta lagi varðveitt tingmannatalið, sigur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur.

- Úrslitið hjá Tjóveldi er í veruleikanum sera skuffandi. Hetta er meira ella minni ein fiasko hjá flokkinum. Tað sær út til, at Tjóðveldi hevur mist pustin nú ímóti endanum av valstríðnum, sigur Sámal Matras Kristiansen og vísir á, at Tjóðveldi hevur ligið á átta ella níggju tinglimum í teimum seinastu kanningunum.

Óvissan í kanningini er tó, at Javnaðarflokkurin situr á tí 33. sessinum, men ein lítil broyting kann hava við sær, at Sambandsflokkurin ella Tjóðveldi fáa tað 33. mandatið ístaðin.

Hann leggur afturat, at Tjóðveldi herfyri bert fekk 30 prosent av atkvøðunum í einari kanning av næmingum í Hoydølum, men at hetta talið plagar at liggja um eini 40 prosent.

Annars heldur samfelagsfrøðingurin, at kanningin er ein staðfesting av teimum kanningum, sum hava verið seinastu mánaðirnar. Úrslitið av kanningini var sostatt tað, sum vit høvdu væntað frammanundan, tó við nøkrum smáum frávikum.


Jacob Vestergaard ger kanónval

Í tí persónliga atkvøðubýtinum er tað rættiliga óvæntað, at Jacob Vestergaard gerst tann stóri vinnarin. Hann fær 14 prosent av atkvøðunum, meðan formaðurin Jørgen Niclasen fær 8,3 prosent, sum er tað sama, sum tað sterka kvinnuliga valevnið hjá Fólkaflokkinum, Annika Olsen, fær.

- Hetta er ikki ein góð kanning fyri formannin í Fólkaflokkinum, men tað sær út til at Jacob Vestergaard verður løntur av suðuroyingum fyri at flyta Strandferðsluna til oynna. Harumframt verður hann eisini mettur sum ein martýrur av fleiri veljarum, eftir at løgmaður sendi hann heim úr landsstýrinum, sigur Sámal Matras Kristiansen.

Annars er tað merkisvert, at Bjarni Djurholm, Óli Breckmann og Poul Michelsen allir hava trupult við at vinna seg upp millum tey valdu á fólkaflokslistanum.

Hjá Sambandsflokkinum eru Magni Laksáfoss og Edmund Joensen teir stóru profilarnir, og tað var óivað væntandi, eftir at hesir báðir hava verið sera markantir í fjølmiðlamyndini seinasta árið. Formaðurin Sambandsfloksins stendur sambært hesum at fáa triðflestar atkvøður á sambandslistanum.

Á javnaðarlistanum er líkt til at Helena Dam á Neystabø fer at gera comeback í politikki. Gerhard Lognberg liggur á triðjaplássi á javnaðarlistanum, og tað kemur óvart á Sámal Matras Kristiansen.

Teir stóru tapararnir sambært hesi kanningini eru Heðin Mortensen og Kristian Magnussen, sum ikki koma uppá listan við sjey teimum fremstu.

Kári á Rógvi sær út til at gerast tað nýggja stjørnuskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann fær ein lítlan triðing av atkvøðunum, meðan formaðurin og einsamalli tinglimurin, Kári P. Højgaard, fær 7,2 prosent av atkvøðunum. Kári P. Højgaard liggur tó í harðari kapping við Hans Blåsvær, Sámal Petur í Grund og Rúnu Sivertsen um annaðplássið í flokkinum.


Smáu flokkarnir duga at profilera seg

Framgongdin hjá teimum smáu flokkunum var ikki óvæntað.

- Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava dugað væl at fanga populer mál, sum hava stungið seg upp seinastu tíðina, sigur Sámal Matras Kristiansen. Her sipar hann m.a. til málið um 266 b og til kjakið um undirsjóvartunnil til Sandoynna.

Hann leggur afturat, at gamla valskipanin var við til at forða teimum smáu flokkunum í at fáa størri undirtøku.

- Teir smáu flokkarnir kundu áður ikki gera vart við seg í teimum smáu valdømunum, tí at hesar atkvøðurnar ofta fóru til spillis, men nú kunnu teir appellera til veljarar kring alt landið, og tað sæst aftur í hesi kanningini, sigur Sámal Matras Kristiansen.

Framgongdin hjá teimum smáu flokkunum kann vera orsøkin til, at Fólkaflokkurin gongur so markant aftur.

- Orsøkin til afturgongdina hjá Fólkaflokkinum kann vera, at flokkurin er kroystur av hesum báðum flokkunum. Fólkaflokkurin er ein breiður flokkur við einum liberalum og einum konservativum vongi. Tí kann Fólkaflokkurin missa virðiskonservativar veljarar til Miðflokkin og liberalar veljarar til Sjálvstýrisflokkin, sigur Sámal Matras Kristiansen.


Karsten aftur á odda

Karsten Hansen fekk eitt sera gott fólkatingsval, og hendan gongdin heldur fram.

- Tað er sera óvæntað, at formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, er á triðja plássi hjá Miðflokkinum. Her síggja vit tendensin frá fólkatingsvalinum ganga aftur, har Karsten Hansen er tann nýggi sterki maðurin hjá Miðflokkinum, sigur Sámal Matras Kristiansen.

Hann leggur afturat, at Miðflokkurin er blivin ein virðiskonservativur, sosialur loysingarflokkur, har Karsten Hansen umboðar loysingaraspektið í flokkinum.