Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt?
- Eg hevði ynskt, at eg gav mær betri stundir at lesa. Var ein bókaormur, tá eg var yngri. Men, mær dámar væl at lesa bæði føroyskar og útlendskar bøkur.
Tað sigur Selma Ellingsgaard.
Hvørja bók lesur tú beint nú?
- Tær eru nakrar, og eg eri í holt við yrkisbókmentir í løtuni, eitt nú “Kærlighedens bøddel” eftir Irvin D. Yalom, “Den følsomme hjerne” eftir Susan Hart og “The Making of a Therapist” eftir Louis Cozolino.
Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu?
- Hevði verið fegin, um “Retorikkur” eftir Aristotoles/ Eilifi Samuelsen og “Í stovuni sofu, í køki komfýr” eftir Jóan Paula Joensen vóru í onkrum jólapakka.
Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum?
- Eg haldi, vit kunnu vera errin av at eiga so nógvar dygdargóðar uppruna føroyskar bøkur og eisini væl úr hondum greiddar umsetingar, sigur Selma Ellingsgaard.