Hvussu heldur tú ólavsøku?
- Eg haldi mína Ólavsøku við konuni hjá mær, sum hevur føðingardag Ólavsøkuaftan. Vit ganga eitt sindur oman og niðan í miðbýnum og hitta fólk, síðani verður farið til fótbóltsdyst, og tvey tey seinastu árini havi eg sjálvur spælt 29. juli. Aftaná fótbólsdystin fara vit niðan at eta góða buffet á Hotel Føroyum, har búkurin skal mettast. So fara vit nokk oman aftur í býin ein túr, áðrenn leiðin gongur til Eysturoynna.
Hvat hevur ólavsøka at siga fyri teg?
- Sum smádrongur helt eg tað vera spennandi at fara á Ólavsøku, har man kundi fara inn í KFUM og prøva ymisk tombola og annað. Nú, tá man er blivin eldri, eri eg ikki líka spentur at fara suður, men tað er altíð spennandi at fara til fótbóltsdyst. Sum so hevur Ólavsøkan ikki so nógv at siga fyri meg. Eg hevði sikkurt klára meg Ólavsøkuna fyri uttan.