Hevði væntað partabrævafall

- Hetta var ikki óvæntað, sigur Árni Ellefsen, tá hann verður biðin um eina viðmerking til, at partabrævavirðið hjá bankanum er follið nakað í morgun.

 

BankNordik boðaði í morgun frá, at bankin kortini ikki fer at selja donsku vinnukundarnar, men heldur fer at avtaka virksemi sjálvir. Hóast hetta væntandi gevur bankanum eitt vinningsbýti komandi ár à 200 milliónir krónur, umframt 100 milliónir krónur í vinningsbýti eftir søluna av tryggingarfelagnum Vørði, er líkt til, at eigarunum hevur líkað tíðindini lítið. Virðið á partabrøvunum hjá BankNordik fall fyrstu løtuna eftir at keypsskálin opnaði í morgun, úr 139 krónum niður í 133 krónur, men hevur síðani ment seg upp á 136,50 krónur aftur.

 

- Hetta hevur allarhelst samband við avgerð okkara, um ikki at selja vinnuvirksemi í Danmark, sum vit annars boðaðu frá í septembur. Væntandi verður hetta tulkað sum, at vit ikki fáa tann prísin fyri vinnuvirksemi, sum vit annars høvdu ætlað okkum, sigur Árni Ellefsen.