Tá Kim Wilde fyri góðum 10 árum síðani legði mikrofonina frá sær, var hon mett av tónleiki. Svongdin er tó komin aftur, og hon gleðir seg at koma til Føroya um vikuskiftið - Eg gleði meg til at uppliva Føroyar. Eg havi hugt eftir myndum á internetinum, og eg má siga, at tit hava eitt vakurt land. Tit hava tykkara egnu mentan og mál, og nú gleði eg meg bara til at koma til landið og uppliva tað sjálv.
Soleiðis sigur Kim Wilde í samrøðu í Summar Festival blaðnum, sum í gjár varð borið út saman við Sosialinum.
Og alt bendir á, at tað er ein Kim Wilde í toppformi, sum kemur til landið. Fyri 10 árum síðani helt hon seg annars hava roynt tað mesta innan tónleikin, og valdi hon tá heldur at finna frið saman við familjuni.
- Eg var blivin eitt sindur kedd av tí heila, og eg gav meira ella minni tónleikin upp. Eg hevði brúk fyri onkrum øðrum í mínum lívi, men nú hava eg av álvara fingið hug til tónleik aftur. Eg havi spælt aftur kring Europa, og tað hevur verið ein stór uppliving, sigur hon.
Og hon lovar sjálvandi at spæla kendu 80´ara hittini aftur. Ikki minst Kids in America.
- Tí sanginum sleppi eg ongan tíð undan. Tey fara helst at spæla Kids in America til jarðarferðina hjá mær, men mær hevur altíð dámt væl at spæla hann, sigur hon.