Mikudagin, ella sum tey siga har suðuri onsdagin 6. september hevur tónleikabólkurin Deiggj 25 ára jubileum. Sunnudagin 6. september í 1981 fóru Páll Lave, Dennis Lave, Fróði Vestergaard, <st1:PersonName w:st="on" P_xffe6_tur_x0020_Dam="Pætur Dam" ProductID="Pætur Dam"$?$end$!$Pætur Dam</st1:PersonName$?$end$!$, Dávið Jakobsen og René Jespersen fyrstu ferð á pall saman í Tvøroyrar Klubba. <BR>- Hetta er gott nokk eitt sunnukvøld, So okkurt serligt hevur verið á Tvøroyri tað kvøldið. Kanska hevur TB vunnið onkran dyst tann dagin, greiðir Fróði Vestergaard gittarleikari og sangari frá.
Í sambandi við føðingardagin fer Deiggj suður aftur at spæla.
- Vit ætla at markera dagin við at skipa fyri einum ókeypis dansikvøldið í Tvøroyrar Klubba, tí tað var har hetta byrjaði, sigur Fróði.
Hesi 25 árini hava nógvar broytingar verið í manningini. Men seinnu árini eru partar av uppruna manningini komnir við aftur. Í dag er Deiggj: Páll Lave, Dennis Lave, <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Pætur Dam" _x0000_="Pætur Dam"$?$end$!$Pætur Dam</st1:PersonName$?$end$!$, Fróði Vestergaard og teir báðir nýggju Sverri Heinesen, ið hevur spælt við í 6 ár og Herluf Hermansen, ið eisini spældi í Deiggj eitt skiftið í 90árunum.<BR>
Virkin dansibólkur
Fróði minnist aftur á fyrstu árini við Deiggj fyrst i 80árunum.
- Vit spældu sera nógv tvey tey fyrstu árini, umleið 50 kvøld um árið. Tá eg flutti niður í 1983, hildu hinir fram og fingu Jón McBirnie við sær.
Vit eita bara Deiggj
Tá Fróði í 1985 kom við løgum, til fyrstu útgávuna hjá bólkinum, vóru hesi eitt sindur øðrvísi enn tann stílurin, sum bólkurin annars spældi.
- Tá ið vit fóru í studio, var mítt ynski, at útgávubólkurin skuldi eita Deiggj. Aðrir hildu at vit skuldu eita Blandað Bomm. Tað bleiv so til eitt kompromis Fróði & Deiggj, so kundu vit samstundis halda fast í Deiggj navninum. Vit høvdu nokk ikki væntað, at hetta fór at hava so stóran týdning fyri navnið hjá bólkinum. Tí enn hava fólk hug til at kallað okkum Fróði & Deiggj. Hetta hóast vit bert hava brúkt navnið á plátuni og einari konsert, sum vit spældu saman við Frændum í 1986, sigur Fróði og slær fast:
- Vit eita Deiggj og bara Deiggj!.
Aja
LPin hjá Fróða og Deiggj fekk góða móttøku millum føroysku plátukeypararnar. Løg sum Prúða Land Mítt, Slatur og Reggae lagið Aja, hava fingið sítt pláss í føroyskari tónleikasøgu. Aja og Slatur vóru seinni við á einari savnsfløgu hjá HCW. Meðan Prúða land mítt er við á Ung um Aldarmótið 2.
Størsta hittið hjá Deiggj, kom fyrst í 90árunum, tá lagið Tillukku, av Amnesty Tónum gjørdist kvøðuljómaslagari., annars hevur bólkurin spælt løg á fløgunum TB 100 ár, Útvarpsfløguni Sov blítt og søtt, á Livandi Tónleiki, ið FUT gav út og á fløguni Vælskapt brek hjá Javna
Í tíðini eftir, at LPin var komin út, var Deiggj mest virkin sum bólkur í feriunum. Teir spældu nógv um summarið og á jólum. Á jólum í 1986 spældi Deiggj t.d. 5 kvøld á rað í TB-húsinum.
Úr Suðuroyar Grand Prix til Asfalt
Hesi 25 árini hevur Deiggj spælt til nógv tiltøk, ofta til dans, men eisini á nógvum konsertum, og nú festivalarnir eru komnir á breddan er Deiggj eisini við. Bólkurin var á Jóansøkufestivalinum í fjør og á Asfalt í ár. Fróði Vestergaard hevur øll árini verið primus motor í fyriskipanini av Prix Føroyum, og hetta man vera orsøkin til, at Deiggj ongantíð hevur luttikið í hesi kapping. Men teir hava vunnið eitt prix.
- Vit vunnu Suðuroyar Melodigrandprix í 1983. Vinningurin var ein ferð til London at spæla á onkrum smærri klubbum. Ferðin bleiv ongantíð av nøkrum, m.a. tí at vit ikki kundu semjast um navnið. Men høvuðsorsøkin var kanska, at tann sum skuldi gera avtalur í London ikki fekk nakað konkret í lag, sigur Fróði, ið tó heldur, at tað var stuttligt at hava ein fund, um bólkurin skuldi eita Deiggj ella Dough.
Deiggj er eitt vinarlag
Nógv fólk hevur verið við hesi árini, nevnast kunnu Stamen Stantchev, Rúni Brattaberg, <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kaj Johannesen"$?$end$!$Kaj Johannesen</st1:PersonName$?$end$!$, Jón Gaasedal, Bjartur Hansen, Einar Jacobsen, Dánjal <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Jákup Holm,"$?$end$!$Jákup Holm,</st1:PersonName$?$end$!$ Jón McBirnie, Reidar Nónfjall, umframt nógvar avloysarar, ið hava verið við eina ella tvær ferðir.<BR>- Vit høvdu í 1982 eina enska songkvinnu, Diana Malpas, Pápin var venjari hjá Tvøroyrar Hornorkestrið. Hon sang sera væl og perfekt enskt sjálvandi.
- Deiggj er eitt vinarlag, hetta merkir at man saktans kan verða deiggjari uttan at spæla við Deiggj, eitt nú feðast vit saman við konum og børnum, og tá er Dávið eisini við okkum, hóast hann ikki spælir við longur. Seinast við vóru uttanlands var í summar, tá ið vit vóru í Fraklandi og sigldu á kanalunum.
Summir hava verið vekk í nóg ár og eru síðan komnir aftur í bólkin t.d. <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Pætur Dam í"$?$end$!$<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Pætur Dam"$?$end$!$Pætur Dam</st1:PersonName$?$end$!$ í</st1:PersonName$?$end$!$ 13 ár Páll í 8 ár, og Fróði og Dennis í nøkur ár.<BR>
Rokka á Ellisheiminum
Deiggj venur fast einaferð um vikuna og hevur egin venjingarhølið og sera góða og tíðarhóskandi útgerð!. Í næstum fer Deiggj á alneti, bólkurin hevur ætlanir um at gera eina heimasíðu, men hava enn ikki funnið nakran at gera hana. Hon fer at liggja á