Hóast roknskapurin hjá BankNordik einans vísti 31 milliónir í avlopi fyri 2011, so gekst árið sum væntað.
Tað sigur Janus Petersen, forstjóri.
- Keypið av Amagerbankanum kom at kosta, men tað vistu vit framman undan. Tað er serliga konverteringin av KT-skipanini, so hon koyrir saman við restini av okkara bankakervi, sum hevur kostað, men eisini navnaskiftið hevur havt sínar útreiðslur við sær, sigur Janus Petersen.
Ætlanin var, at konverteringin av KT-skipanini skuldi fara fram í november í fjør, men av ymsum orsøkum, sum lógu uttan fyri ávirkan hjá bankanum, varð hon ikki framd fyrr en 17. februar í ár.
- Tað ávirkar ikki árið í fjør, men kemur at hava eina negativa ávirkan á roknskapin fyri 2012, tí tað kostaði umleið 10 milliónir um mánaðin, at KT-skipanirnar ikki koyrdu saman. So metingin fyri 2012 upp á eitt stað millum 150 og 200 milliónir krónur í avlopi, verður ávirkað skeiva vegin við 30-50 milliónum í eykaútreiðslum orsakað av KT-skipanini, sigur Janus Petersen.
Úrslitið áðrenn óvanligar útreiðslur var 134 milliónir krónur, og roknað var alla tíðina við, at keypið av Amagerbanken fór at kosta umleið 95 milliónir krónur í rakstrinum. Hetta er framvegis talið, ið roknað verður við.
- Deildirnar hjá Amagerbanken liggja í fíggjarliga aktivum økjum, og vit hava deildir í fýra teimum størstu býunum í Danmar, Keypmannahavn, Århus, Odense og Esbjerg, umframt tríkantsøkinum, Kolding, Horsens og Vejle, sigur Janus Petersen.
Tá árið í ár er av, og avleiðingarnar av keypinum av Amagerbanken eru fjaraðar út, roknar BankNordik við einum støðugum avlopi í 2013 og 2014.
- Metingarnar siga, at avlopið tey bæði komandi árini fer at liggja millum 200 og 250 millikónir krónur, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.