Undir valstríðnum í USA hevur verið sagt, at republikanska varaforsetavalevnið, Sarah Palin, hevur verið í Írlandi og í Irak. Nú vísir tað seg, at hon hevur millumlent við flogfari í Irlandi einaferð, og samstundis hava republikanararnir viðgingið, at hon hevur ongantíð verið í Irak.
Tað var í juli í fjør, at Sarah Palin var og vitjaði amerikanskar hermenn í Kuwait og í Týsklandi, har hon vitjaði særdar amerikanskar hermenn, sum vóru fluttir úr Irak á sjúkrahús í Týsklandi til viðgerðar.
Upprunaliga varð sagt, at hon hevði verið í Irak og vitjað amerikanskar hermenn har, og at hon hevði ferðast í Írlandi. Hetta varð sagt fyri at vísa á, at hon er ikki heilt sør, tá tað snýr seg um uttanríkispolitisk viðurskifti. Men sambært blaðnum The Boston Globe og sjónvarpinum CNN var tað fyrra ein stutt millumlending og søgan um ta seinnu vitjanina var beinleiðis ósonn.