Tað nýggja felagið fyri smábátaeigarar, sum varð stovnað í Havn leygardagin, hevur fingið vind í seglini.
Longu áðrenn felagið er farið at tekna limir av álvara, hava einir 150 bátseigarir meldað seg í felagið.
Kanska er tað skeivt at kalla tað eitt nýtt bátafelag, sum varð stovnað leygardagin.
Fyrr var eitt bátafelag í Havn, men tað sovnaði burtur mitt í sjeytiárunum.
Og tað var hetta felagið, sum varð endurstovnað á fundinum leygardagin, sigur ein av stigtakarunum, Øssur Hjalt í Havn.
Hann sigur, at av tí, at talan var um at endurstovnað eitt gamalt felag, varð ikki so nógv gjørt burturúr sjálvari stovningini.
? Men kortini vóru einir 30 mans á fundi, og tað eru teir nøgdir við.
Og nú felagið er stovnað, verður rættiliga farið undir at tekna limir.
Og skal tað dømast eftir lima- tilgongdini higartil, fer felagið at fáa góða undirtøku.
Felagið hevur ikki gjørt nakað serligt fyri at fáa limir. Men ein listi hevur ligið frammi og tað hava longu næstan 150 limir teknað seg.
So roknað verður við nógvum limum táið felagið miðvíst fer undir tað arbeiðið.
Hevur fingið høli
Tað eru einir 500 smábátar í Havnini
Men felagið er ikki bara fyri havnarmenn. tað eru fyri fólk allastaðni frá, sum hava sama áhuga.
Nevnast kann t.d. at higartil hava einstakir limir, sum búgva í Danmark, teknað seg.
Tað er bíligt at vera í felagnum, tí limagjaldið er bara 100 krónur um árið.
Felagið hevur leingi arbeitt fyri at fáa eini høli, sum liggja væl fyri niðri í smábátaumhvørvinum í Havnini.
Og tað hevur nú eydnast.
Torfinn Smith, formaður í havnanevndini, sigur, at býráðið hevur bjóðað felagnum eini hus mitt niðri í Vágsbotni.
Talan er um eini hús í tveimum hæddum ímillum samvinnufelagið og tað stóru ?sakføraraborgina3.
? Ætlanin er, at bátafelagið skal hava húsini saman við Bjargingarfelagnum.
? Vit hava skrivað ein sáttmála ímillum partarnar, men hann er ikki undirskrivaður enn.
Tað er nógv at gera við húsini, áðrenn tey verða brúkilig, men býráðið hevur stuðlað tí arbeiðnum við 50.000 krónum, sigur Torfinn Smith.
Øssur Hjalt sigur, at skuldi felagnum vera lív lagað var neyðugt at fáa eini høli mitt í tí umhvørvinum, felagið skal virka.
? Tað vísir seg so nógva staðni, at hava slík feløg ikki høli við sjálva smábátahavnina, er teimum ikki lív lagað.
Teir eru tí væl nøgdir við húsið, teir hava fingið til taks frá býáðnum.
? Tað er tætt við bátarnar, og tað er í hjartanum á Havnini, so betri kann tað ikki vera.
Hugnaliga samveru
Endamálið hjá felagnum er at skapa hugna og trivna um ?bátalívið3 í Havn.
? Vit skulu eisini millumlið ímillum tey, sum hava bát og myndugleikarnar.
T.d. fer felagið at virka fyri at fáa ymiskt í rættlag, sum nógvir bátseigarar eru misnøgdir við.
Hann nevnir t.d. at tað hevði verið eitt stórt framstig at fingið streym og vatn út til bátabrýrnar.
Felagið ætlar eisini at hava møguleikar at bjóða fremmanda fólki, sum koma til Havnar í báti, møguleika at sleppa í bað og at sleppa á wc.
Og tá teir tosað um fremmanda fólk, er ikki bara talan um útlendingar.
? Talan er líka nógv um suðuroyingar, ella norðoyingar, sum koma siglingarferð til Havnar.
Men nettupp fyri at fáa gestasiglarar í felagið, er neyðugt at felagshúsið er so tætt við býin, sum gjørligt og tað treytina lýkur húsið eisini, sum felagið hevur fingið. Felagið kann eisini skipa fyri felags útferðum, tað kann skipa fyri frálæru í at brúka teir smáu gummibátarnar og annað.
Tað er onki mark fyri, hvat kann verða í einum slíkum felag.
Skipar seg seinni
Í nevndini í felagnum eru Kartni Olsen, Heðin Ólavson, Petur M. Jensen, Øssur Hjalt og Palli á Dul, sum umboðar Argir. Nevndin skipar seg seinni. Men tá ið tað er gjørt, og onnur viðurskifti eru komin í rættlag verður kallað saman til limafundar.