Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja, eg plagdi at fara til setanina ólavsøkuaftan, og tað vænti eg eisini, at eg fari í ár. Ólavsøkudag fara vit í føðingardag hjá ommusoninum.
Tað sigur Bjørghild Djurhuus.
Hvussu heldur tú ólavsøku?
- Tað er alt eftir umstøðunum, hvussu eg haldi ólavsøku. Hevur onkur av mínum brúk fyri barnagentu - ja, so bjóði eg meg fram. Annars - og um veðrið verður gott - fara vit ein túr í býin at spáka.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað besta er, at familjan samlast at halda ólavsøku. Dóttirin kemur úr Danmark hvørt ár á ólavsøku, og so plagdi dóttirin úr Vestmanna eisini at koma við familjuni til Havnar.
Bjørghild Djurhuus sigur, at hon minnist aftur á nógvar góðar ólavsøkur, har tey fingu vitjan av familju, vinum og kenningum av bygd.
##med2##
- Tað var so sera hugnaligt, og tey settu sín serstaka dám á ólavsøkuna. Minnist, hvussu vit stákaðust - og so øll at pynta seg í føroyska búnan.
Hon sigur, at dagin eftir var altíð so spennandi at hoyra, hvat øll - hvør í sínum lagi - høvdu upplivað.
Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?
- Ólavsøkan í 2018 var nakað heilt serligt, tí tá bleiv okkara yngsti ommusonur føddur.
Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Eg haldi, at ólavsøkan hevur so nógv at bjóða, bæði ungum, tilkomnum og eldri. So, er veðrið til vildar – ja, so er eisini ólavsøkan bæði hátíðarlig og hugnalig, heldur Bjørghild Djurhuus.
Lesið eisini -
* Terje plagar at halda ólavsøku í báti - https://www.in.fo/news-detail/terje-plagar-at-halda-olavsoeku-i-bati
* Fyri fyrstu ferð eigi eg føroysk klæðir - https://www.in.fo/news-detail/fyri-fyrstu-ferd-eigi-eg-foeroysk-klaedi
* Ólavsøkan er sera kommersiell - https://www.in.fo/news-detail/olavsoekan-er-sera-kommersiell
* Ein serlig ólavsøka tá eg møtti konu míni - https://www.in.fo/news-detail/ein-serlig-olavsoeka-ta-eg-moetti-konu-mini
* Ólavsøkan rúmar ov illa børnunum - https://www.in.fo/news-detail/olavsoekan-rumar-ov-illa-boernunum
* Tíbetur velja vit sjálvi hvussu vit fara á ólavsøku - https://www.in.fo/news-detail/tibetur-velja-vit-sjalvi-hvussu-vit-fara-a-olavsoeku
* Tað var ein gul ólavsøka í 2002 - https://www.in.fo/news-detail/tad-var-ein-gul-olavsoeka-i-2002
* Á ólavsøku visti eg at vit høvdu gjørt rætt - https://www.in.fo/news-detail/a-olavsoeku-visti-eg-at-vit-hoevdu-gjoert-raett