- Eg eri bilsin yvir, at ein flokkur, ið vil góðkenna innihaldið í avtaluni og atkvøða fyri henni í Fólkatinginum, meinar at okkurt hevur verið galið í tilgongdini, ið ger, at tey vilja sleppa sær av ráðharran. Tað er undarligt. Eg haldi, at hetta hevur tikið nógvar danir á bóli, sigur Kristian Thulesen Dahl, formaður í Dansk Folkeparti við Danmark Radio.
Kristian Thulesen Dahl úttalar seg aftaná, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur kallað bláu flokkarnar til kreppufund í kjalarvørrinum av, at teir Konservativu hava boðað frá, at tey ikki hava álit á Eva Kjer Hansen, ráðharra í umhvørvis- og matvørumálum.
Vinstra vongurin í donskum politikki hevur fagnað avgerðini hjá teimum Konservativu, men hinir bláir flokkarnir tykjast at stuðla ráðharranum.
Umframt Dansk Folkeparti so hevur Liberal Alliance eisini gjár klárt, at tey meta ikki, at ráðharrin hevur gjørt nakað skeivt.
Partarnir eru enn á fundi, og mett verður, at hann verður liðugur í fyrsta lagi um ein hálvan tíma.

Kristian Thulesen Dahl. Mynd: Polfoto
- Hevur tikið nógvar danir á bóli

Kristian Thulesen Dahl. Mynd: Polfoto

Kristian Thulesen Dahl. Mynd: Polfoto

Kristian Thulesen Dahl. Mynd: Polfoto

Kristian Thulesen Dahl. Mynd: Polfoto

Kristian Thulesen Dahl. Mynd: Polfoto

Kristian Thulesen Dahl. Mynd: Polfoto