Í dag 17. mai, á norska tjóðardegnum, eru 10 ár síðani bjargingarbáturin Rescue LÍV kom til Føroyar og varð doyptur í Kollafirði.
Longu sama dag, á veg aftur til Havnar, vóru boð eftir báturin á fyrsta sinni og bar tað boð um, at tørvur var á slíkum báti í Føroyum, sigur Magni á Deild Olsen, sum er ein av teimum, sum varar av bátinum.
Hann sigur, at síðani hava boð verið eftir bátinum næstan 300 ferðir í ymsum ørindum.
– Ein stórur partur av virkseminum er at hjálpa bátum við trupulleikum og at sleipa teir í havn. Harafturat verður báturin brúktur í sambandi við leiting og bjarging, sjúkraflutning, sigling fyri løgregluna og til aðra sigling eisini.
Øll manningin á Rescue LÍV er sjálvboðin og ólønt, og er tað hugurin at hjálpa sum er drívmegin hjá hesum fólkinum og summi av manningini hava verið við øll árini.
– Størsta samsýningin er í eygunum á honum, vit koma til hjálpar, sigur Magni á Deild Olsen.
Samanlagt eru í løtuni 23 fólk knýtt at bátinum. Ung og eldri og bæði menn og kvinnur. Tað er serliga hugaligt, at ung fólk hava hug at royna seg umborð og ikki minni hugaligt, at eisini ungar kvinnur halda seg til, sigur hann.
Rescue LÍV er partur av almennu tilbúgvingini, og formliga svartíðin er hálvur tími. Men hóast øll tey sjálvbodnu, ið manna Rescue LÍV eru í vanligum, føstum størvum, er fyrsti persónurin umborð eftir bara trimum minuttum í meðal, og báturin hevur loyst eftir 10-11 min.
Báturin kann harvið vera í Nólsoy eftir bert 15-20 minuttir eftir at boð eru eftir honum, eisini mitt um náttina.
Í fjør vóru boð eftir Rescue LÍV 45 ferðir, sum er tað mesta, síðani báturin kom til Føroyar. Í miðal hava boð verið eftir bátinum 30 útkall um árið, og tilsamans hava boð verið eftir bátinum næstan um 300 ferðir hesi 10 árini.
Boð eru eftir bátinum nátt sum dag, og longsti túrurin, Rescue LÍV hevur verið á, var tá hann í august mánað í 2013 var meiri enn 60 fjórðingar úr landi úti á Føroya Banka at hjálpa einum línubáti, sum hevði fingið trupulleikar við motorinum. Báturin varð tikin upp á sleip, og tey vóru á Havnini 22 tímar eftir, at loyst var frá landi.
Rescue LÍV hevur gott samstarv við Landssjúkrahúsið og hann varðar av mest sum av øllum sjúkraflutningi úr Nólsoynni til Havnina, og hesi 10 árini, hevur báturin verið fleiri enn hálvthundrað ferðir í Nólsoy eftir sjúklingum, ið hava havt tørv á at koma til Havnar á Landssjúkrahúsið.
Tað var landið, ið fíggjaði bátin tá ið hann varð keyptur, og tað er Landsfelagið fyri Føroysku Bjargingarfeløgini, LFB sum eigur bátin. Raksturin verður fíggjaður av stuðlum og gávum, og frá samsýningum fyri sleip og sjúkraflutningar. Harafturat rindar landið kostnaðin av at halda bátin, umframt at báturin sleppur undan at rinda meirvirðisgjald og avgjøld av oljuni, sum verður brúkt.
Nú Rescue LÍV er 10 ára gamal, eru LFB og Havnar Bjargingarfelag farin undir arbeiðið at fáa ein nýggjan bjargingarbát til Føroya í staðin fyri Rescue LÍV. Hetta er drúgv og kostnaðarmikil verkætlan, og eydnast tað at fáa neyðugu fíggingina til vega, er hugsandi, at tað ganga eini trý, fýra ár til nýggjur bjargingarbátur er tøkur, sigur Magni á Deild Olsen.