##med2##
- Hetta hevur verið arbeiði fulla tíð í eina viku nú. Tað staðfestir formaðurin í KÍ, Tummas Lervig aftaná avlýsta dystin í undankappingini til Champions League millum KÍ og Slovan Bratislava.
Tummas Lervig harmast um, at fyrsti søguligi dysturin hjá KÍ í evropeiskari kapping gjørdist av ongum, men hann er glaður fyri, at myndugleikarnir hava raðfest heilsuna og trygdina høgt.
Tummas Lervig slær fast, at tað sera týðandi fyri KÍ, at fáa greið og endalig boð um hvat hendir til næsta umfar í kappingini skjótast møguligt, so KÍ kann byrja uppá fyrireikingarnar til tað sum av røttum er dystur móti sveisiska Young Boys Bern á útivølli komandi týskvøld.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Tummas Lervig aftaná dystaravlýsingin var staðfest.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.