##med2##
Stutt undan finaluni um løgmanssteypið millum Víking og HB fekk reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig orðið á formennirnar í ávíkavist HB og Víkingi, Kaj Leo Holm Johannesen og Brand Jacobsen.
Kaj Leo hevur eina serliga søgu í kappingini um løgmansteypið. Tí sum spælari hevur hann tikið ímóti nógvum steypum, og sum løgmaður hevur hann latið fleiri steyp.
Kaj Leo vil ikki tippað nakað úrslit, tí hann hevur stóra virðing fyri mótstøðuliðnum.
Brandur Jacobsen staðfestir, at gongdin hevur tung hjá Víkingi í ár, men hann finnur ugga í, at Vikingur plagar sum felag og sum lið at reisa seg til teir stóru dystirnar, og hann vónar, at tað verður aftur galdandi í kvøld.