Hey ? vit koma frá Reyða Krossi

Á veg út á økið, sum vit skuldu ganga á, sorteraði minnið fram tær keðiligastu lutaseðlahendingarnar. Fólk, sum ikki vóru áhugað at keypa lutaseðil frá okkum smáu, frystu smágentum, og sum á óstortligan hátt lótu okkum vita tað. Men longu í fyrsta húsinum fann eg útav, at hesin túrurin fór at verða heilt øðrvísi

Aulan í Kommunuskúlahøllini var stúgvandi full, tá vit komu innar. Postmenninir vóru eyðkendir í teirra bláu klæðum, men restin av fólkinum var ein blanding av ungum og gomlum, høgum og lágum.
Nøkur orð vórðu søgd, og so varð farið undir at bólka fólkið. Eini 3 ella 4 fólk skuldu fylgja við hvørjum postmanni.
Summi vóru har av sínum eintingum, meðan summi vórðu biðin um at hjálpa til. Hvussu var og ikki, so skuldu vit í felag nú banka á hvørjar dyr í Havnini, væl vitandi um, at sama fór fram alla staðni runt um í landinum.
Tað tók eina løtu at finna øll fólkini, sum skuldu ganga ymisku ruturnar. Tey skuldu beinast á rætta leið, og finna júst tann postmannin, sum tey skuldu fylgjast við. Navn og telefonnummar skuldi latast afturfyri hvørja bússu, soleiðis at skil var á.
Umframt bússurnar fingu vit eisini girokort, sum skuldu leggjast í postkassan, um fólk ikki vóru inni.
Og so varð hildið til brots.

Bank, bank uppá
Kenslan var nakað tann sama, sum tá vit fyrr í tíðini vórðu sendar út at selja lutaseðlar fyri líkt og ólíkt. Á veg út á økið, sum vit skuldu ganga á, sorteraði minnið fram tær keðiligastu lutaseðlahendingarnar. Fólk, sum ikki vóru áhugað at keypa lutaseðil frá okkum smáu, frystu smágentum, og sum á ógvuliga óstortligar hættir lótu okkum vita tað.
Men longu í fyrsta húsinum fann eg útav, at hetta fór at verða nakað heilt annað enn ein drúgvur og til tíðir ógvuliga keðiligur lutaseðlatúrur.
? Áh, eru tað tit frá Reyða Krossi, eru tit her longu. Ja, hygg, her havi eg lagt mær pengarnar klárar, og her er eisini okkurt gott at ganga uppá.
Pengarnir klárir og ein fullan neva av karamellum. Smíl og prát. Hetta var ikki eiti á. Og soleiðis var í teimum allar flestu húsunum. Fólk vóru blíð og vinarlig, og vóru fús at sleppa pengunum í smølu rivuna í bússunum. Fleiri staðni, har fólk ikki vóru inni, hingu brævbjálvar á hurðini við reyðum krossum á. »til reyða kross«. Sjálvt veðrið var við okkum, turt, klárt og ikki serliga kalt, hóast gler á vegnum.
Vit, sum gingu á niðara parti av rutu 11, vórðu allar ovfarnar av, at fólk sýndu so stóran blíðskap og gávumildni. So hvørt sum bússan tyngdist, gjørdist sinnið lættari, og vit vóru allar veruliga glaðar um, at vit vóru farnar. Keðiligu ímyndirnar, sum vit allar høvdu undan túrinum, at vit nú skuldu ganga hurð til hurð og plága fólk um pengar, vórðu væl og virðiliga blástar burtur av tí stóru gleði og blíðseminum vit møttu. Fólk væntaðu okkum, og tey bíðaðu inntil vit komu.
Serliga fleiri av børnunum hildu tað vera spennandi. Setningar sum »? Mamma, nú eru fólkini við teimum reyðu bússunum her.« ella »kann eg sleppa at koyra pengarnar í«, ímeðan tey hálvavegna krógvaðu seg aftanfyri annað beinið á mammu síni, vóru stuttligir at hoyra, tí tað prtógvaði, at sjálvt børnini høvdu hoyrt um innsavningina og ynsktu at vera ein partur av henni.
Tað gekk bæði skjótt og væl hjá okkum, og áðrenn vit vistu av, var túrurin liðugur.

Uppteljingin
Í bankanum var at kalla ein skipað rokan í fjøruni. Bússurnar máttu skerast upp, og tað sá ikki tespiligt út, tá allir bankamenninir í slipsi og skjúrtu gingu og svingaðu við hvør sínum stóra knívi innanfyri diskin.
Bæði innanfyri og uttanfyri diskarnar sóust eyðkendu reyðu bússurnar. Nakrar heilar, aðrar kruvdar.
Uttanfyri diskin var bíðirøð, og tað sást á fólki, at tey høvdu havt somu uppliving sum vit. Glað, spent og við reyðum kjálkum aftaná túrin, stóðu tey og bíðaðu eftir knívamonnunum innanfyri diskin. Tá teirra tørn kom, hugdu tey at, ímeðan kviku og vandu bankafingrarnir taldu peningin saman, og útskrivaðu eina kvittan fyri, at peningurin var latin inn.
Síðani niðanaftur í Kommunuskúlaauluna, har kvittanin frá bankanum skuldi latast inn, og ein krossur skuldi setast í skemaði hjá Reyða Krossi.
? Kvittan fyri bússu nr 151, X, soleiðis, takk fyri hjálpina. Tú kanst fáa tær ein drekkamun har, ger so væl. Aftur eitt smíl.
Á veg heim tosaðu vit um henda seinnapartin, sum gjørdist so nógv øðrvísi enn vit høvdu væntað. Vit vóru allar tiknar á bóli av vinseminum undir Varða, og samdust um, at hetta var ein fínur háttur at spendera ein sunnudag seinnapart.
Ein góður túrur, bæði fyri sinn og skinn.