HEYGUM AIRPORT heldur enn Vágar Airport

Navnið á einum altjóða flogvølli hevur eitt sera stórt “signal” virði, og sigur navnið nakað um viðkomandi land og umúrmælingar í hesum londum, sum hava skarað framúr og verið teirra Tjóð at frama.

 

Eg kann nevna sum dømir: John Lennon Airport i Liverpool, JFK í New York, Ronald Reagan airport i Washington, Peter Best airport i Belfast, Charles De Gaulle i Paris, Tesla airport i Budapest, Louis Armstrong airport i New Orleans, Marco Polo airport i Venedig, John Wayneairport i California, Rajiv Ghandi airport Hyderabad, Mozart airport i Salsburg, Bill and Hillary Clinton airport Little Rock, Jomo Kenyatta airport i Kenya og mangir afturat!

 

Okkara Tjóð hevur altíð fostrað kreativ fólk. Ein av teim størstu íverksetaranum og millum mest visionert huxandi man hava verið Ólavur Á Heygum í Vestmanna. Hansara arbeiði innan fyri el og telefoni hevur lagt støði undir stovnarnar SEV og FØROYA TELE, stovnar sum i dag eru álitini undir okkara samfelag.

Tað er at fegnast um, at hansara næstrafólk í hesum døgum reisa teirra úrmælingi eina standmynd í Vestmanna, men eg haldi, vit skulu huxa størri!

 

SEV og Føroyar hava stórar grønar ambitiónir, og við Føroya Tele hava vit í dag eitt av heimsins bestu fjarskiftissambondum, alt visióninum hjá Ólavi at takka!

 

Mær tykist, at vit skulu broyta navnið Vágar Airport til HEYGUM AIRPORT

 

Johan Mortensen