Tað var aftur nýggjur vinnari í dag, tá ið dreingirnir kappaðust í barnaróðrinum á vestanstevnu, sum er í Sandavági.
Fiskurin úr Vági vann fýra tær fyrstu kappingarnar, og síðsta leygardag vann Fípan Fagra úr Klaksvík, tá ið tað varð kappast á fjarðastevnu í Vestmanna.
Í dag vann Heykur úr Hósvík. Tað var so sera tætt og spennandi, tá ið bátarnir komu fram ímóti málinum.
Fiskurin, Fípan Fagra og Heykur lógu allir mest sum stavn um stavn, men tað vóru hósvíksdreingir, sum í Heyki fóru fyrst um málstrikuni, meðan Fípan Fagra var nummar tvey, og Fiskurin var nummar trý.
1 Heykur 02.44.05
2 Fípan Fagra 02.44.12
3 Fiskurin 02.45.01
4 Svalan 02.49.03
5 Ternan 02.51.15
6 Pílur 02.55.05
7 Spógvin 02.56.19
8 Knúkur 03.00.08
FM støðan
Fiskurin 39
Fípan Fagra 33
Heykur 32