Heystkvissin verður í Hólmanum í kvøld

Kvissin, sum plagar at savna nógv fólk, verður í kvøld, har dyrnar lata upp klokkan 19, og tiltakið byrjar klokkan 20

 

Heystfagnaður, sum nú er á Eiði, er eitt heystgildi, har familjutiltøk, kappingar og ymisk søla er á skránni.

 

Eitt vælumtókt og afturvendandi tiltak, sum er partur av hesum tiltaki, er sonevnda heystkvissin í Hólmahúsinum.

 

Hetta tiltak, sum plagar at savna nógv fólk, verður í kvøld, har dyrnar lata upp klokkan 19, og kvissin byrjar klokkan 20.

 

Fyrstu tiltøkini á Heystfagnaðinum byrjaðu longu hin 15. oktober við heystfagnaðargudstænastu.

 

Gudstænastan byrjaði klokkan 18 hetta kvøldið, og eftir gudstænastuna var grýturættur í Hólmahúsinum og seinni føroyskur dansur.

 

Vit fara at venda aftur til ymskt úr skránni á Heystfagnaðinum í øðrum greinum á In.fo í dag.

 

Øll skráin fyri fagnaðin á Eiði kann síggjast um heimasíðuna - www.eidi.fo - og á Facebook-vanganum hjá Heystfagnaðinum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Á Heystfagnaðinum eru familjutiltøk, kappingar og ymisk søla - eitt sera hugnaligt bygdartiltak