Heystið varir við

Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer spakuliga í ein norðan og tilhoyrandi brúgvaløg við regni og vindi koma inn yvir Føroyar av útsynningi og suðri. Í morgin kemur eitt nýtt djúpt lágtrýst á veg í ein landnyrðing tætt fram við Føroyum og hevur regn og vind við sær.

 

Í dag andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Seinnapartin snarar hann í ein sunnan og øtlar í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Í nátt fyri tað mesta skýggjað, tó onkur mjørkaflóki og stundum ælaveður. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Í morgin andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, fyri tað mesta av norðri og eystri. Skýggjað og regn. Út á náttina snarar hann vindin í ein útnyrðing og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Í annaðkvøld klárar sum frá líður í, men ælaveður verður kortini. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi fyrrapartin, 13 m/s. Hann makar tó so líðandi í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Út á náttina frískar hann aftur í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt æl, um náttina sum frá líður skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Fyrst skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Fríggjadagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum fer í ein landnyrðing. Sólglottar, men eisini ælaveður. Hitin millum 4 og 9 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, men onkrir sólglottar. Hitin millum 4 og 9 stig.