Hesa vikuna hevur SMS verið karmur um móta og vælveru við nógvum ymsum tiltøkum og tilboðum frá mótasýning til ráðgeving um bróstkrabba. Í kvøld verður stór heystmótaframsýning
Eitt nú hevur myndamaðurin Høgni Heinesen tikið ókeypis myndir av øllum teimum, sum tekna seg til fotografering. Handlarnir hava skipað fyri smakkiroyndum, hugnakvøldum, vitjan av serfrøðingum og øðrum.
Eisini hevur Bót til bata havt tiltak, har kvinnur hava kunna fingið eitt prát við kvinnur frá Bót til Bata, sum er ein bólkur av sjálvbodnum kvinnum, ið eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.
Hesar kvinnur hava fingið upplæring at veita stuðul, ráð og vegleiðing til aðrar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.
Annita á Fríðriksmørk, fyrrverandi løgtingskvinna, greiddi í gjárkvøldið frá síni søgu, eftir at hon fekk staðfest krabbamein.
Í kvøld frá klokkan 20 til 23 verður aftur tiltak í SMS. Latið verður upp klokkan 20. Latnar verða goodiebags, Inspiratión bjóðar okkurt gómagott og Skálkur Man býður innar, har menn kunnu finna sín stíl.
– Fá hjálp frá klædnaserfrøðingi at finna lit tín, stødd og stíl, skriva fyrireikararnir.
Eisini bjóðar Baresso ymsar smakkiroyndir í húsinum.
Matas letur eina gávu til fyrstu 50 keypandi kundarnar.
Klokkan 20:10 verður make over vinnarin á pallinum og klokkan 20:45 verður stóra heystmótasýningin við mótahandilum í SMS og Fípuni. Sakaris ger tónleikin
Klokkan 21:50 fer Eydna Skaale at hugleiða um móta, og síðani spælir Flamma við gestum. Tiltakið í SMS endar klokkan 23.