Hildu í ein hálvleik

Framgongdin hjá vágamonnum tykist standa við, men enn heur hetta ikki kastað stig av sær. Sunnudagin hildu teir nullinum í ein hálvleik, men í seinna hálvleiki skrædnaði


 

FS Vágar-HB 1-4 (0-0)


Fótbóltur


Fótbólturin vesturi í Vágunum hevur ikki havt tað serliga gott higartil í ár. Felagsliðið hevur lagt rygg til fleiri eyðmýkjandi stórtap, og hóast leiðslan hevur skift út á venjarapostinum, so hevur hetta enn ikki kastað nøkur stig av sær, onnur enn tey, sum liðið fekk á Sandi í triðja umfarinum.

Hjá HB hevur kanska gingið heldur frægari, men tað er helst eingin loyna, at tey í havnarfelagnum fegin vildu havt, at liðið hevði staðið seg betri í kappingini, enn teir hava gjørt higartil.


Umskipað HB-lið

Tí sóu tey í HB tað helst sum eitt gott høvi, at liðið nú skuldi á vitjan hjá botnproppinum. Ein trivaligur sigur var kanska í væntu, soleiðis at bronsuplássið um ikki annað kundi vinnast aftur, nú komið var í helvt við kappingarárið.

Fyrstu trý korterini var tó lítið, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran sannførandi HB sigur. Spælið var at kall dovisligt frá báðum pørtum, og málmøguleikarnir vóru fáir í tali. Vágamenn royndu fyrst og fremst at binda fyri í verjupartinum, fyri síðani at nýta skjótleikan hjá Tór-Ingari til at fáa nøkur kontraálop í lag niðan móti HB verjuni, ið aftur sunnudagin var mannað av tveimum leikarum, sum hava traðkað sínar barnaskógvar har vesturi.

Besta møguleikan hesi trý korterini mundi Rói Árting hava, men eftir at vágamenn fyrst høvdu bjargað stútara frá Jón Róa Jacobsen á málstrikuni, sendi veteranurin á stólpan.

Rói var við, tí Rúni Nolsøe var leikbannaður til dystin, og yvirhøvur var tað eitt hampuliga nógv umskipað HB-lið, sum var á vøllinum sunnudagin. Verjuparturin var hin sami, men á miðjuni var nú farið yvir til ein diamant, har Rói skuldi samlað upp, meðan ungi og evnaríki Bjarni Jørgensen hevði framrættaða leiklutin. Í borðunum vóru so Rógiv Jacobsen og Hallur Danielsen, meðan Allan Mørkøre var at síggja í álopinum saman við Jón Róa Jaocbsen.


Skjótt hol á

Við ongum máli í skjáttuni, tá farið varð til hálvleiks, er ikki løgið, um HB?arnir stúrdu eitt sindur fyri dystinum, tá farið var út á vøllin til seinna umfarið. Bara tankin um at koma til Havnar uttan ein sigur, var helst fjarður fyri leikarunum undan dystinum, men nú tóktist greitt, at tóku teir ikki annað skinn um bak, kundi hetta gerast kaldi veruleikin.

Tað tók teimum eisini bert tríggjar minuttir í seinna hálvleiki. So høvdu teir fingið málið, sum teimum longdist eftir, og so var friður aftur á. Talan tóktist annast at vera um vandaleysa støðu, tá ein høgur bóltur varð sendir inn fyri vágamálið. Jón Rói Jacobsen og Ramoska fóru upp eftir bóltinum, og onkursvegna eydnaðist tað Jón Róa at fáa høvdið hægri enn armarnir hjá málverjanum.

Málið gav HB nakað av friði yvir spælið, samstundis sum vágamenn nú noyddust at ota seg eitt sindur longur niðan á vøllin. Eyka plássinum dugdu HB-leikararnir væl at gera sær dælt av, og tað gekk ikki long tíð, fyrr enn Hallur Danielsen við einum góðum skoti økti um leiðsluna.

Jóhannis Joensen dittaði sær nakað seinni framvið, og hann skeyt kanska vakrasta málið í dystinum, tá hann smekkaði til upp í trýkantin.

Dysturin var nú at kalla avgjørdur, og hóast báðir partar fingu eitt mál afturat, so var tað á ongan hátt soleiðis, at HB sigurin stóð til at vika.

Vágamenn minkaðu um munin, tá Kim Poulsen skeyt millum beinini á Janus M. Joensen, men nakað seinni endurskapti Allan Mørkøre trý mála leiðsluna, tá hann stýrdi einum innleggi í kassan.


Stig skulu til

Við sigrinum vann HB seg upp aftur á bronsuplássið, og sum støðan er í løtuni, kunnu teir neyvan seta vónirnar hægri enn tað sama. Munurin upp til ávíkavist GÍ og B36 er longu vorðin ov stórur at vinna aftur í bræði, og tí fer tað helst at snúgva seg um at halda vágbingar aftan fyri seg komandi umførini.

Komandi vikuskifti hava teir torføran útidyst móti B68, sum sunnudagin vístu nakað av tí spæli, sum roknað varð við undan kappingini, og tí er helst umráðandi hjá HB, at teir tá aftur hava allar mans tøkar.

FS Vágar fær tá vitjan av meistarunum úr Vági. Ein dystur sum í fjør endaði javnur, og megnar vágaliðið at fáa sama úrslit aftur í ár, er einki at ivast í, at teir eru nøgdir. Undir øllum umstøðum er umráðandi hjá teimum at nøkur stig koma inn á kontina nakað skjótt, um so er, at teir framhaldandi ætla sær at verða verandi í deildini.


FS Vágar-HB 1-4 (0-0)

0-1: Jón Rói Jacobsen 48

0-2: Hallur Danielsen 53

0-3: Jóhannis Joensen 65

1-3: Kim Poulsen 67

1-4: Allan Mørkøre 72

Dómari: Petur Erhard Kjærbo (Sumba)