Føðingardagur
Í gjár vóru 30 ár síðani at skúlin í Hvalba varð tikin í nýtslu. Og hesin dagurin varð sjálvandi eisini hátíðarhildin á skúlanum.
Skúlatænarin, Kaj Berg, hevði longu vundið flaggið á stong, tá ið tey komu í skúla um morgunin.
Annars hildu tey føðingardagin við at fara útferð við øllum skúlanum. Leiðin gekk við trimum bussum suður eftir oyggj, heilt til Sumbiar.
Á vegnum suður skuldu lærarar fortelja teimum søgur og sagnir um tey ymsu plássini, tey koyrdu framvið.
Tað sá onki serligt út við veðrinum um morgunin, tí tá var ruskveður, men tað kláraði skjótt í og tá ið tey fóru var fínasta veður.
Í Sumba var ætlanin at fara úr bussinum og at ganga ein túr, alt eftir, hvussu veðrið var. Ætlanin var at ganga eystur ímóti Akrabergi, har tey høvdu matarsteðg at eta matpakkan, tey høvdu við. Og hendan dagin bjóðaði skúlin eisini sodavatn at hava afturvið. Ætlanin var at vera aftur í Hvalba nakað eftir døgverða.
Í Hvalba eru um 120 næmingar og 11 lærarar. Børnini ganga í skúla í Hvalba í níggju ár, men tey, sum síðani fara í 10. flokk, fara upp á Tvøroyri at ganga í skúla.
Í skúlanum í Hvalba eru eisini børn úr Sandvík, tey ganga í skúla í Sandvík í fimm ár og koma síðani til Hvalbiar í 6. flokk.
Men so eisini tvey orð til okkara politikarar: Tá ið so stór útferð skal fyriskipast úr Hvalba, ella úr Sandvík, er tað ikki bara sum at siga tað. Tunlarnir eru ótíðarhóskandi, tí teir eru so lágir, at stórir bilar sleppa ikki ígjøgnum- heldur ikki stórir bussar. Neyðugt var tí at fara við smærri bussum úr Hvalba, suður um tunnilin, har summi av børnunum vórðu umskipað í ein størri buss.
Tunlarnir eru ikki bara ein bági, tá ið skúlar skulu útferð. Teir eru eisini ein stór forðing fyri farmaflutningi av alskyns slagi, tí tað eru bara smáir og lágir lastbilar, sum sleppa ígjøgnum teir. Tunlarnir vóru eitt risa framstig, tá ið teir vórðu gjørdir, men skerst ikki burtur, at tíðin farin frá teimum, tí farma- og flutningsbilar eru nú so stórir, at teir ganga ikki ígjøgnum tunlarnar og tað er ein stórur bágir fyri vinnu- og arbeiðslív í teimum báðum norðastu bygdunum í Suðuroynni.