Hillary eigur at gevast

Fyrrverandi demokratiska forsetaevnið Bill Richardson mælir Hillary Clinton til at gevast við valstríðnum

Páskavikan royndist ikki væl hjá Hillary Clinton. Fyrst fekk hon at vita, at hon fær ikki umval í Michigan. Hon vann valið har, men demokratiski flokkurin viðurkennir ikki valið, tí tað bleiv framskundað.

 

Verri varð, tá fyrrverandi demokratiska forsetaevnið Bill Richardson kunngjørdi, at hann styðjar Barrack Obama. Eygleiðarar siga, at hetta var eitt skot fyri bógvin hjá Hillary Clinton, og tað gjørdi ikki støðuna betur, tá fyrrverandi forsetaevnið mælti henni til at gevast við valstríðnum.

 

-Valdysturin er óheppin. Har eru í heilum persónlig álop, og tað má fáa ein enda, segði Bill Richardson við Fox News um vikuskiftið. Hann er guvernørur í New Mexico og var orkumálaráðharri hjá Bill Clinton. Men hetta seinasta tykist ikki hava bundið hann at Clinton-navninum.

 

-Demokratarnir eiga at taka seg saman um tann, sum hevur fingið flestar valmenn, og sum hevur vunnið í flestu statum, segði Bill Richardson og sipaði til Barrack Obama.

 

Politiskir eygleiðarar í USA siga, at tað verður tungt hjá Hillary Clinton at fáa Barrack Obama aftur. Hinvegin er greitt, at heldur ikki Obama megnar at fáa teir neyðugu 2.024 valmenninar, og tí fellur avgerðin ikki fyrr enn á tí endaliga uppstillingarfundinum hjá flokkinum. Partar av demokratiska flokkinum hava skotið upp at halda eyka landsfund í summar og at velja tað endaliga valevnið tá.